Fótbóltur
Fýra umfør og einki stig á Skála. Nevndin tók skjóta avgerð, venjarin varð skiftur út, og tað er vorðið sum broyting, sum er íkomin, eftir at ítróttarikonið á Skála, John Petersen, hevur tikið um stýrisvølin.
Ónøgd um málið
Áðrenn John yvirhøvur var komin til landið, hevði Skála vunnið trý stig í Gøtu, og í fyrstu royndini eftir at gamli kenningurin og nýggi venjarin í einum og sama persóni hevði havt spælararnar undir hond í nakrar fáar venjingar, komu teir norður aftur av Vágseiði við fullari úrtøku.
Skála vann 1-0, og einsamalla og sera týdningarmikla málið lat bíða eftir sær, inntil tíggju minuttir fyri leiklok.
Bogi Gregersen, sum var innskiftur fyri Obi, tá ið tað restaði lítið korter, streyk til baklinjuna í høgru, legði innfyri og stóri nýggi framrættaði serbiski maðurin hjá Skála, Slavisa Kaplanovic stýrdi bóltinum í málið aftanfyri fyrrverandi Skála málverjan Vlada Filipovic.
Stórur fagnaður í Skála leguni og ikki sørt av misnøgd í heimaleguni. VB/Sumba spælararnir vístu á, at meðan Skála spældi seg ígjøgnum til møguleikan, sum bar einsamalla málið við sær, lá Jákup Olsen skaddur á vøllinum. Tað kundi sæð út sum um, at hetta var ein av orsøkunum til, at eftiransingarnar í júst hesi løtuni ikki vóru so tættar hjá heimaliðnum.
Betri ímóti
Tølini siga, at VB/Sumba ikki er væl fyri. Hetta var fimta uppgerðin á rað, sum teir einki fingu burturúr. Blaðungi Hans Jørgensen vardi Skála málið fyri aðru ferð á rað, og aftur hesa ferð fór hann av vøllinum uttan at hava verið í meskunum eftir bóltinum.
At verja málið í Formula deildini er sjálvandi stór avbjóðing hjá blaðungum dreingi, men Hans Jørgensen man ofta hava havt meiri at takast við millum stólparnar, enn hann hevði tað hesa ferð.
VB/Sumba avrikið var ikki gott. Teir funnu illa hvønn annan, ofta varð sparkað í staðin fyri spælt, og tá ið teir royndu, vóru sendingarnar óneyvar. Harvið gjørdist tað eyka tungt og torført, tí setningurin fyri tað mesta var at renna aftaná mótstøðumonnunum.
Í verjupartinum royndu teir ofta at seta rangstøðufellu, og tað vóru teir fleiri ferðir um ein háls av.
Skála hevði fitta lotið undan í 1. hálvleiki. Tá hekk samanspælið væl saman, men tað eydnaðist ikki at fáa úrtøku, hóast teir spældu seg til fýra stórar málmøguleikar. Obi, Slavisa og Levi mísnýttu ímóti gamla liðfelagnum Vlada Filipovic, og tá ið tað eydnaðist Levi Hanssen at fáa bóltin í málið, varð hann kolldømdur fyri rangstøðu.
Eftir steðgin var tað torførari hjá Skála undan lotinum, og tað var farið at lukta av málleysum javnleiki. Men so eydnaðist tað kortini hjá Skála.