Tvær Firmakappingar - Spurnarkappingar - vera á FM1 seinnapartin í dag.
Klokkan 15.10 kappast Runavíkar kommuna og MRCC, og klokkan 15.30 kappast TTS og Svend Krosstein
Ætlandi fara 32 fyritøkur/arbeiðspláss at kappast í vetur.
Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður komandi vár vinna tveir flottar vinningar.
Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk.
Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.
Til ber at melda seg til Firmakappingina við at senda teldupost til [email protected].