07 Vestur megnaði ikki at liva upp til tað, sum varð roknað við, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi vitjaðu á Dungasandi í Sørvági. Úrslitið var málleysur javnleikur.
TB vann sannførandi 6-2 heimasigur ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, sum seinnapartin av 2. hálvleiki vóru undirmannaðir. Sigurin ber við sær, at TB nú er einsamalt oddalið.
Eingin ivi var, tá ið teir næstbestu hjá HB vunnu 4-1 í grannauppgerðini í Gundadali ímóti FC Hoyvík, sum helt tørn í ein stóran hálvan tíma, áðrenn tað skrædnaði.
Teir næstbestu hjá EB/Streymi smurdu teir næstbestu hjá AB av 6-0. Millum málskjúttarnar hjá EB/Streymi var Bjarni Jørgensen, sum leingi hevur verið skaddur. Brian Olsen, sum eisini hevur verið uttanfyri leingi orsaka av skaða, var á EB/Streyma miðvøllinum í ein tíma.
Tað gekk akkurát hjá KÍ, sum á heimavølli vann 2-1 ímóti teimum næstbestu hjá B68, sum framvegis eiga fyrsta sigurin til góðar.
Minuttin undan steðginum sá ein av heimamonnunum reytt, og tað var ikki fyrrenn seks minuttir undan leikloki, at KÍ skoraði sigursmálið.