Føroyameistarakappingin í billard fyri lið er nú komin umleið í helvt. Kappingin byrjaði við at Mimir legði seg á odda. Síðani tóku klaksvíkingar dyk á seg og løgdu mimirsmenn afturum seg, og nú hevur so enn eitt felag tikið hini á bóli. Tað er Tvøroyrar Billardfelag, sum ikki hevur verið við í fleiri ár. Tvøramenninir Max Rasmussen og Óli Joensen høvdu vitjan av báðum liðunum hjá Klaksvíkar Billardfelag seinasta vikuskifti. Og tað vóru fýra klaksvíkingar, sum vórðu tungir í huga, tá teir sunnudagin máttu fara longu leiðina heimaftur. Tvøroyrar Billardfelag vann nevniliga 6-2 á Klaksvíkar Billardfelag 1 og 8-0 á Klaksvíkar Billardfelag 2.
Men so væl gekk ikki hjá tvørámonnum, sum vitjaðu í Klaksvík herfyri. Tá vann Klaksvíkar Billardfelag 1 8-0 á Tvøroyrar Billardfelag, og nr. 2 liðið hjá klaksvíkingum spældi javnt 4-4 móti tvørámonnum.
Støðan í FM kappingini í billard er nú tann, at Klaksvíkar Klubbi 1 liggur klárt á odda við 24 stigum fyri 4 dystir. nr. 2 er Tvøroyrar Billardfelag við 18 stigum fyri 4 dystir, nr. 3 er Mimir við 14 stigum fyri 2 dystir, nr. 4 er Havnar Klubbi við 10 stigum fyri 3 dystir og aftast er Klaksvíkar Billardfelag 2 við 6 stigum fyri 5 dystir.
Mimir fær í kvøld vitjan av Klaksvíkar Klubba 1. Spurningurin er so um teir báðir veteranarnir Kristian Sune Høgnesen og Sonhard Johannessen eru komnir yvir skelkin teir fingu á Tvøroyri í vikuskiftinum. Hetta er so fyrtu ferð í hesi kappingini at bestu liðini hjá klaksvíkingum og mimirsmonnum møtast. Mimir hevur bert spælt tveir dystir higartil, og tí kann úrslitið av hesum dystinum vera rættiliga avgerandi fyri bæði liðini. Á Mimirsliðnum eru Steinbjørn í Dali og Jan Müller.