Tvær milliarda íløgur bíða eftir kommununi

Tvær risastórar verkætlanir, hvør í milliardaflokkinum, liggja niðurbundnar, tí viðgerðirnar av umsóknunum ganga so seint. Hvørki Stóratjørn ella Miðlendi sleppa víðari, fyrr enn kommunan hevur avgreitt terra umsóknir

Teir standa klárir við spaka og pengum, men teir sleppa at brúka hvørki.

Í blaðnum mánadagin høvdu vit samrøðu við stjóran fyri Stórutjørn verkætlanini, Bárð Nielsen, har vit fregnaðust eftir, hvar málið fleyt.

Hann segði við blaðið, at tað tóktist at draga so mikið langt út, at teir høvdu gjørt av at repa seglini og siga projektleiðaranum, Kára Dal-Christiansen, úr starvi.

Tað er so, at tá ein slík verkætlan er játtað av býráðnum, skal hon liggja frammi til almenna skoðan í tríggjar mánaðir, so fólk hava møguleika at mótmæla, um tey av eini hvørji orsøk eru ímóti hesi verkætlan.

- Hjá okkum var støðan hon, at justeringar vórðu gjørdar í verkætlanini við tí úrsliti, at verkætlanin mátti gjøgnum alla mylluna einaferð aftrat. Og tá hon ikki varð løgd fram fyrr enn beint fyri Ólavsøku, eru vit komin inn í desember, áðrenn kærufreistin er úti. Og tástaðni ber til at sleppa víðari, sigur Bárður Nielsen

Men eitt er lógarásettar reglur og mannagongdir; tær skulu sjálvandi fylgjast. Eitt annað er, at tað tykist taka ógvuliga drúgva tíð at fáa málini viðgjørd og avgreidd í umsitingini og viðkomandi býráðsnevnd, í hesum føri byggi- og býarskipanarnevndin.

 

Kunnu missa íleggjarar

Sjálvandi eru tað eisini justeringarnar í verkætlanini hjá Stórutjørn sum hava gjørt, at tað málið hevur drigið so langt út, sum tað hevur gjørt. Men upprunaliga ætlanin segði, at fyrsti spakin skuldi setast í í februar í ár. Nú vil stjórin, Bárður Nielsen, als ikki seta nakað dato á, men sigur bara, at teir byrja, tá alt er klárt.

- Vit mugu bara staðfesta, at tað hevur tikið ógvuliga drúgva tíð at fingið málið gjøgnum alla mylluna, sigur Bárður Nielsen.

Og sambært Mads A. Winther eru útlitini hjá teimum eisini ein drúgv bíðitíð. Hóast umsóknin er latin inn fyri fleiri mánaðum síðani, so er málið ikki komið fyri í býráðnum enn.

- Eg kann bara staðfesta, at tað gongur ikki skjótt, sigur Mads A. Winther.

Bæði Bárður Nielsen og Mads A. Winther siga, at stóra seinkingin ikki hevur ávirkað áhugan hjá íleggjarunum – enn.

Men hinvegin er heldur eingin loyna, at støðan í altjóða fíggjarheiminum ikki er uppeftir gangandi, og útlitini eru fyri, at tað kann ganga rúm tíð, áðrenn hesar báðar verkætlanirnar sleppa í gongd. So tað er neyvan skeivt at staðfesta, at íløgur fyri tvær milliardir bíða eftir Tórshavnar kommunu.