Tvær Ung í Føroyum stevnur í vár

Ung í Føroyum verður í Runavík og í Vági í ár. Fimm kend listafólk skipa verksmiðjurnar, sum fevna um dans, tónleik, sjónleik og myndlist. Øll millum 13 og 18 kunnu tekna seg Øll millum 13 og 18 ár kunnu nú tekna seg til tær báðar listastevnurnar, sum verða í vár. Heitið á stevnunum er: Ung í Føroyum Eystur, sum verður í Runavík 23. og 24. mars, og hin, Ung í Føroyum Suður, sum verður í Vági 30. mars til 1. apríl. Sambært Hedvig Westerlund-Kapnas, sum skipar stevnurnar, fara fimm kend listafólk at standa fyri verksmiðjunum: dansur, tónleikur, sjónleikur og myndlist.

 

Fimm verksmiðjur

Dansurin verður við Jamie Boylan, ið dansaði í føroysku operuni ?Í Óðamansgarði?.

Dánjal á Neystabø kemur at hava tónleikin undir hendi. Hann er útbúgvin klaverleikari, og vit kenna hann frá bólkunum Tangz og Ævintýraferðini. Kristina Hansen, ið er ein av okkara fremstu yrkissjónleikarum, stendur fyri sjónleikinum.

Á Ung í Føroyum Suður verður Aggi Ásgeirsdóttir verksmiðjuleiðari innan myndlist. Aggi er ein spennandi eksperimenterandi listakvinna við útbúgving frá Det Fynske Kunstakademi. Á Ung í Føroyum Eystur hevur Oggi Lamhauge myndlist. Oggi er ein av okkara kendu grafikarum, hevur egið verkstað og gallerí í Søldarfirði, har hann eisini undirvísir.

 

Sýna fram

Báðar stevnurnar enda við opnum verksmiðjum, har áhugaði kunnu koma og eygleiða, hvussu arbeitt hevur verið.

Á Ung í Føroyum Suður verður skipað fyri gisting tvær nætur, meðan Ung í Føroyum Eystur er uttan gisting. Tað eru kommunurnar í Vági, Runavík, Hovi, Porkeri og Tvøroyri, sum skipa fyri saman við Norðurlandahúsið. Tekning fer fram á heimasíðuni www.ungiforoyum.info innan 9. mars.