Kommunuskuld
Tvørafólk hava rættiliga fingið seg roynd hesi seinastu árini. Upp á seg, hevur Tvøroyrar Kommuna verið ein hin allarmest skuldarbundnað kommunan í landinum, og tí hevur skattaprosentið eisini verið í topp nú í nógv ár.
Og tað verður ikki tey allarfyrstu árini, at tað fer at lætta í hjá tvørafólki.
Á býráðsfundi mánakvøldið varð uppskotið fyri fíggjarætlan fyri 2002, lagt fram.
?Eg kann ikki siga, at tað sær so ljóst út, segði borgarstjórin, Finnleif Guttesen, tá ið hann legði ætlanina fram.
Hann vísti á, at fyrstu mánaðirnar í ár er skattainntøkan hjá kommunini lækka afturímóti fyrstu mánaðunum í fjør og at tað onki var, sum bendi á, at inntøkan fer at hækka komandi ár.
Tí er heldur ikki roknað við vøkstri á fíggjarlógini næsta ár.
Næsta ár er skattainntøkan sett til tað sama, sum hon verður í ár, tvs, til 40,2 milliónir.
Harafturat kemur, at kommunan hevur gjørt eina avtalu við Landsbanakan og Unibank um kommunuskuldina.
Eftir avtaluni, skal kommunan betala ikki minni enn 40% av inntøkunum í rentum og avdráttum hvørt ár.
Tað gevur ímillum 16-17 milliónir í rentum og avdráttum í ár og næsta ár.
Afturfyri ber avtalan í sær, at 10 milliónir av gjaldinum er avdráttir, restin er renta.
Sostatt minkar skuldin 10 milliónir um árið.
Í løtuni er skuldin hjá Tvøroyrar Kommunu slakar 113 milliónir, ella 2,8 álíkningar.
Glottar fyri framman
Men hetta ber samstundis í sær, at um eini seks, sjey ár er skuldin komin niður ímóti einari álíkning og tá fer at síggja ljósari út aftur.
Eftir nýggju kommunulógini, kann ein kommuna ikki skylda meiri enn eina álíkning.
Skyldar ein kommuna minni enn eina álíkning, kann hon læna upp til eina álíkning. Annars mugu allar útbyggingar gjaldast av rakstrinum.
Tað ber so aftur í sær, at á Tvøroyri fer lítið og onki at verða gjørt av íløgum tey næstu árini, tí fyribils snýr tað mesta seg um at halda gjalda skuld niður.