Á Tvøroyri eru tey sinnað at líta frameftir

Býráðslimir á Tvøroyri halda, tað ræður um at fáa sum frægast burturúr, hóast landsstýrið hevur tikið tær báðar størstu kommunurnar í Suðuroy av ræði

Skúladepil og røktarheim

Nú ræður um at líta frameftir og at fáa sum best burturúr.
Tað halda fleiri býráðslimir á Tvøroyri.
Býráðsfundur var á Tvøroyri seinnapartin mikudagin og tá varð eisini mest umrødda mál í Suðuroy seinastu mánaðirnar, umrøtt.
Talan er sjálvsagt um ætlanina hjá Landsstýrinum at byggja skúledepil í Hovi og røktarheim í Vági.
Ein meiriluti av Vágs býráði og eitt samt Tvøroyrar Býráð høvdu annars mælt landsstýrinum til at byggja skúladepilin í Vági og røktarheimið á Tvøroyri.
Teir, sum høvdu orðið á býráðsfundinum á Tvøroyri mikudagin, hildu, at hóast landsstýrið hevði skúgvað tær báðar størstu kommunurnar í oynni til viks, ráddi um at líta frameftir.
? Avgerðin er tikin og tað kunnu vit ikki annað enn taka til eftirtektar. Nú ræður um at líta frameftir og fáa sum mest burturúr støðuni, sum hon nú er, var høvuðssjónarrmiðið hjá býráðnum á Tvøroyri.
Pauli Einarsson vísti á, at nú skúladepilin verður í Hovi, verður tað stutt at koyra á Tvøroyri, tá ið hovstunnilin er gjørdur.
? Vit eiga at hava í huganum, at skúlanæmingarnir skulu verða onkustaðni eftir klokkan 15. Vit hava verið fegin um at næmingarnir á heilsuskúlanum hava verið at sæð í býarmyndini á Tvøroyri og vit eiga at hugsa um teir ringvirkningar ein slíkur skúli hevur. Tí eiga vit ikki at liggja á latu síðuni, men at hugsa um, at útvega næmingunum innivist og at veita teimum tilboð og tænastur í frítíðini, helt Pauli Einarsson.

Prógv um vánaligt stev í Suðuroy
Eisini Bergur Bærendsen helt, at spurningurin hjá Tvøroyrar Byráð nú, er, hvussu vit koma víðari út frá teirri støðu, sum er.
Hann fanst at landsstýrinum fyri at hava drigið kommunurnar í Suðuroy ígjøgnum hendan ellubitan, hóast tað til síðst vísti seg at verða púra týdningarleyst, hvat kommunurnar. hildu.
Hann vísti á, at tá ið Tvøroyrar Býrað gekk saman við Vágs býráði um at byggja skúladepil í Vági og Røktarheim á Tvøroyri, var tað ikki minst tí at útlit vóru fyri at leggja alla oynna í eina kommunu.
? Men skuldi samanlegging miseydnast, hevði úrslitið kortini verið, at ein stór byggiætlan varð sett í verk á Tvøroyri og tað hevði verið eitt stórt frambrot fyri Tvøroyri at fingið eitt projekt sum røktarheimið til býin.
Jaspur Vang helt, at tað er sera umráðandi, at Tvøroyrar Býráð hyggur frameftir útfrá tí støðu, sum er.
Hann ásannaði, at Tvøroyrar Býráð hevur eina serstaka skyldu mótvegis borgaranum í á Tvøroyri.
Men hann metti eisini, at úrslitið av øllum hesum málinum er besta dømi um, hvussu vánaligt stevið í millum kommunurnar í Suðuroynni er í veruleikanum.
? Vit megna ikki at standa saman í oynni og nú eru vit komin í tað ótrúligu støðu, at lokalu løgtingsmenninir eru gingnir ímóti sínum egna baklandi.
Men hann helt eisini, at Tvøroyrar býráð eigur sum skjótast at taka upp samband við hinar kommunurnar í Suðuroy um at byggja ætlaða røktarheimið.
Marjun Olsen helt, at tað var torført at skilja tað, sum er hent.
-Men fyri meg er tað avgerðandi, at vit nú koma víðari, tí vit noyðast at taka støðuna til eftirtektar.
Hon helt eisini, at tað hevði stóran týdning, at Tvøroyrar Býráð royndi at útvega skúlanæmingunum í Hovi innivist.
Kristin Michelsen, borgarstjóri fegnaðist um, at landsstýrið byggir skúlar. Men hann helt at tað var skeivt, at taka skúlar av teimum plássum, har teir vóru.
? Tað hevði svarað til, at fiskivinnuskúlin varð fluttur úr Vestmanna, segði hann.
Hann átalaði landsstýrið fyri at skúgva tær báðar stóru kommunurnarí oynni til viks og segði, at hetta er eitt prógv fyri, at Suðuroyingar mugu avgreiða síni egnu viðurskifti sjálvir tí í landsstýrinum eingin hjálp at fáa.