Útvísingin kann verða avgerandi

Tað er nógv, sum bendir á, at tvær tær næstu vikurnar fara at verða sera avgerandi fyri, um EB/Streymur skal sóla sær á veg móti FM heitinum, ella um oddaliðið fer at fáa kapping

FORMULADEILDIN 19. UMFAR

Leygardagin var sjøtul settur á síðsta triðingin av hesum kappingarárinum. Úrslitini í teimum fimm dystunum vóru ikki so langt frá tí, sum tað kundi roknast við. Mest óvæntaða úrslitið var í Gundadali, har KÍ vann 5-1 á B36. Hetta var størsta tapið hjá B36 í ár, og hetta var fyrsta ferðin síðani í 2004, at tað í landskappingardysti eru farin fleiri enn tvey mál ígjøgnum hjá B36. Í 2004 tapti B36 5-2 móti grannunum í HB. Men tað er langt síðani  bæði so og so!
Hitt úrslitið, sum kanska var eitt sindur óvæntað, var, at GÍ ikki megnaði meiri enn málleysan javnleik í Vági. Hetta var sætta ferðin á rað, at GÍ ikki hevur fingið fulla úrtøku. Gøtumenn tóktust vera upplagt FM boð, tá ið teir í 13. umfari vunnu á HB í Gundadali, men síðani hevur tað ikki hilnast so væl hjá teimu.
Úrslitið í Vági var  sammett við undanfarnu ferðirnar  gott hjá heimaliðnum. Men tað var ikki so gott, sum tað kundi havt verið, um VB/Sumba hevði havt marginalirnar á sínari síðu og ikki hevði rakt í tvørtræ og stólpa út í staðin fyri í stólpa og inn.
VB/Sumba skifti venjara í vikuni, sum fór. At teir skiftu er kanska ov nógv sagt, tí undan vikuskiftinum var eingin fráboðan komin um, at Ole Andersen var koyrdur úr starvinum. Kunningarpolitikkurin tykist í hesum førinum eitt sindur gamaldags. Um orsøkin til duldarfulla skiftið er, at teir í VB/Sumba ikki hava vitað, hvør skal taka við venjarastarvinum, so kundu teir havt boðað frá, at venjarin var fráfarin, og at teir leitaðu eftir nýggjum venjara. Tíbetur yvirhálaðu bæði VB heimasíðan og heimasíðan hjá Suðurrás tíðindaskrivið, sum tað verður sagt fer at koma fyrst í hesi vikuni.
Nú hava tríggir venjarar fingið sekkin í ár. Fjórði aftasta liðið er Skála. Soleiðis sum tað hevur gingið seinastu ferðirnar, bendir einki á, at Jóhan Nielsen fer at verða sagdur úr starvi. Í B68 og ÍF hava venjaraskiftinum ikki enn borið vónaðu broytingina í úrslitunum við sær. Toftamenn og fuglfirðingar eru framvegis bestu boðini upp á at flyta niður.

Toppurin
Støðutalvan sigur, at EB/Streymur framvegis er greitt oddalið. Tað kann ikki roknast við øðrum, enn at EB/Streymur fer at fáa fulla úrtøku móti ÍF í útsetta dystinum, sum verður á skránni annað mikukvøld.
EB/Streymur er trý stig frammanfyri NSÍ og fimm stig frammanfyri HB, sum hevur spælt 19 dystir, meðan oddaliðið og NSÍ hava spælt 18 dystir.
Stóri spurningurin er tí, hvussu tað fer at hilnast, tá ið HB nú sunnudagin fer at vitja NSÍ, og tá ið NSÍ mikukvøldið í næstu viku fer í Gundadal at spæla útsettan dyst móti B36. Tá ið B36 2. juli vann 6-0 á HB, var B36 gott boð upp á FM. Síðani hava meistararnir spælt tríggjar ferðir uttan at vinna. Tá ið B36 sunnudagin fer at fáa vitjan av EB/Streymi verður tað allar síðsta útkall. Um B36 ikki fer at fáa fulla úrtøku, so verða teir eftir øllum at døma heilt burtur úr gullstríðnum.
Kanska KÍ hevur møguleika at blanda seg í oddastríðið, eftir at klaksvíkingarnir, sum hava verið nógv upp og niður, vundu burtur úr B36. Á pappírinum sær skráin hjá KÍ næstu vikurnar ikki so galin út. KÍ skal spæla móti VB/Sumba (h), B68 (ú) og ÍF (h). Tað kundi luktað av trimum sigrum og níggju stigum. Men tá ið KÍ síðst stóð fyri hesi avbjóðingini, og tað av góðum grundum varð roknað við stórari úrtøku, kiksaði tað totalt. KÍ megnaði bara fýra stig (sigur á VB/Sumba, javnleik móti ÍF og tap móti B68).
FM heitið hevur í løtuni kós til Eiðis. Fjarstøðan frá EB/Streymi og til HB minkaði ikki leygardagin, og tað mundi vera tað týdningarmiklasta fyri EB/Streym. Spurningurin er nú, hvussu tað fer at hilnast hjá NSÍ. Teir í Runavík hava ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar. Møguleikarnir hjá teimum eru treytaðir av úrtøkuni móti havnarfeløgunum. Um NSÍ vinnur á HB á heimavølli og í Gundadali móti B36, so er annað settið av silvurkrónum undir borðinum, og so ber framvegis til at droyma um fyrsta settið av gullkrónum.
Trupulleikin er bara tann, at NSÍ leygardagin spældi sær av við ein av bestu trumfunum, tá ið Jens Martin Knudsen varð rikin av vøllinum í Fuglafirði. Jens Martin verður ikki við móti HB, og tað verður dyggur smeitur. Tað er møguleiki fyri, at Jens Martin heldur ikki verður við móti B36 annað mikukvøld, og tað verður ikki minni smeitur.
Í 20. umfari sær skráin soleiðis út: NSÍ-HB, KÍ-VB/Sumba, B36-EB/Streymur, Skála-ÍF (sunnudagin) og GÍ-B68 (mánadagin).