Tvær broytingar eru gjørdar í verjuni

U-21 landsliðið er í dag í øðrvísi uppstilling, enn tað var á heimavølli fyri trimum mánaðum síðani

Fyrsta bríksl í Armavir í Armenia verður klokkan 14.30, tá ið føroyska U-21 landsliðið fer at spæla ímóti Hvítarusslandi.

 

Amavir er 46 kilometrar uttanfyri høvuðsstaðin Jerevan, og í bussi tekur tað ein tíma at koyra.

 

Í dag er liðið í 5-4-1 uppstilling, og sammett við ímóti Andorra, tá ið tað 16. juni í Klaksvík endaði 2-2, hava venjararnir gjørt tvær broytingar á liðnum. Onnur er, at ein spælari aftrat er settur inn í miðverjuna og ein færri er á miðvøllinum, og hin er at nýggjur maður er á vongverjanum í vinstru.

 

Martin Agnarsson, sum spælir í Viborg, er skaddur, og Ási Dam er nýggjur vongverji í vinstru. Í summar flutti hann úr HB og vestur til 07 Vestur, har hann síðani hevur verið fastur vongverji í vinstru.

 

Áki Johannesen er nýggjur miðverji. Hann er av álvara komin fyri seg, eftir at hann fyrr í ár var skaðadarvaður. Hann var á beinkinum alla tíðina ímóti Andorra. Áki avloysir miðvallaran Aron Jarnskor Ellingsgaard.

 

Dysturin verður vístur á Ras1 hjá Televarpinum.

 

 

 

Hvítarussland – Føroyar kl. 14.30

 

EM undankappingardystur á Armavir stadion í Jerevan í Armenia

 

Dómarabólkur úr Armenia: Ashot Ghaltakhchyan, Atom Sevgulyan, Sargis Hovhannisyan og Artem Gasparyan (4. dómari)

 

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Signar á Brúnni, Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg, Ási Dam – Áki D. Samuelsen, Gullbrandur Øregaard, Noah Mneney, Olaf Bárðarson – Jørgen Nielsen

 

Á beinkinum: Rasmus Nilsson, Bergur Poulsen, Jákup N. Vilhelmsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Heini F. Sørensen, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner, Gutti Dahl-Olsen, Poul Kallsberg

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen