Tað verður ofta tikið til, at evnini at spæla fótbólt liggja til slagið. Myndin vísir, at tað at døma eisini kann liggja til slagið.
Tá ið EB/Streymur og AB í gjár spældu málleysan javnleik við Margáir, vóru tað dómarar úr Víkingi, sum hildu skil á. Petur Reinert var fjórði dómari, og so vóru tað tvær ferðir faðir og sonur ella tvær ferðir feðgar. Nýggjasti dómarin í fremstu deildini er Kári Jóannesarson á Høvdanum. Hann var dómari í gjár, og annar av linjudómarum var pápi hansara Jóannes Mikkelsen.
Í hinum borðinum var Jan á Líðarenda linjudómari. Pápi hansara, Niklas á Líðarenda, sum í mong ár var dómari í bestu deildini, átti í gjár leiklutin sum dómaraeygleiðari.
Frá vinstru: Jóannes Mikkelsen, Kári J. á Høvdanum, Jan á Líðarenda, Petur Reinert og Niklas á Líðarenda.
mynd: Sofus D. Johannesen, fjølmiðlaumboð hjá EB/Streymi