Í dag verður punktum sett fyri heimliga kappingarárið. Tá ið steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum eru av, verður síðsta takið í føroyska fótbóltinum, at A-landsliðið í november fer at spæla tveir vinardystir á útivølli. Tann fyrri verður mikudagin 16. november í Kekkia, og tann seinni verður leygardagin 19. november í Kosovo.
KÍ og HB hittast í steypafinaluni hjá kvinnum. Bæði liðini vunnu á útivølli í síðsta umfari í landskappingini. HB setti punktum við 2-1 sigri á útivølli ímóti 07 Vestur. KÍ setti punktum við 3-1 sigri á útivølli ímóti NSÍ.
KÍ og Víkingur hittast í steypafinaluni hjá monnum. Bæði liðini vunnu á heimavølli í síðsta umfari í landskappingini. KÍ setti punktum við 8-0 heimasigri ímóti Skála. Hetta var størsti sigur yvirhøvur í landskappingini í 2022. Víkingur setti punktum við 4-0 heimasigri ímóti EB/Streymi. Sølvi Vatnhamar skoraði tvey mál, og harvið tryggjaði hann sær gullskógvin við 20 málum.
Páll A. Klettskarð skoraði fimm mál í 8-0 sigrinum í Klaksvík, og samantalda máltalið hjá honum er 18 mál.
KÍ vann FM bæði í kvinnukappingini og kappingini fyri menn, og tí eru bæði KÍ liðini favorittar at vinna steypafinalurnar. Um liðini úr Klaksvík fara at megna tað, sum úrslitini í landskappingini leggja upp til, at tey fara at gera, so verður tað fyrstu ferð yvirhøvur, at sama felag vinnur greipuna í báðum kappingunum – fyri kvinnur og menn.