Tvær samsýningar, kendisar og eitt valdømi!

Nógv hevur verið kjakast um, hvørt tað er rætt, at borgarstjórar skulu sita á Føroya Løgtingi. Allarhelst er kjakið so heitt millum manna, tí at hesir/hesar fáa sær tvær samsýningar, tí tað er júst tað tað er, samsýningar. Ein fólkavaldur fær ikki løn, men samsýning.

Nógv hevur verið kjakast um, hvørt tað er rætt, at borgarstjórar skulu sita á Føroya Løgtingi. Allarhelst er kjakið so heitt millum manna, tí at hesir/hesar fáa sær tvær samsýningar, tí tað er júst tað tað er, samsýningar. Ein fólkavaldur fær ikki løn, men samsýning.

Neyvan er nakað annað at finnast at! 

 

Ella møguliga er onkur av sitandi fólkavaldu rædd fyri at missa valdið? 

Gamaní, nú bjóða eini fimtan borgarstjórar seg fram, men hví er hetta so? Er tað møguliga ein avleiðing av tí eina valdøminum? Er tað møguliga so, at fyri tú skal hava nakran møguleika fyri at fáa nóg nógvar atkvøður, so mást tú verða eitt kent andlit frammanundan? Annars skalt tú nýta svimlandi peninga upphæddir fyri at hava ein møguleika! Tá er Løgtingið einans manna av yvirstættini í Føroyum! Og sum vit vita er hon sera smøl! 

 

Kanska ein loysn var, at vit hugdu at hesi skipan við tí eina valdøminum, og onkursvegna tryggjaðu gomlu valdømisøkini við tingfólkum?

 

Sjálvur meti eg meg hava fingið so mikið av politiskum royndum, gjøgnum øll hesi ár síðan 2004, tá eg fyrsti ferð varð valdur í Vestmanna kommunu, at eg eri fult og heilt tilreiðar at seta meg á bekkin í Løgtinginum, og rógva saman við øðrum góðum fólki, tjóðini at frama. 

 

Eg síggi ikki hvussu eg sum borgarstjóri í Vestmanna skal hava nøkur seráhugamál í Løgtinginum, ið kunnu geva samanbrestir við starvið sum borgarstjórið.

 

Um Føroya fólk gevur mær álitið 1. september, og eg fái ein tingsess, vil eg finna eina loysn, hvussu borgarstjóra samsýningin kann verða afturhildin teir dagar tingfundir eru.

 

Lat ongan iva verða um, at eg geri ikki hetta fyri pengarnar, men fyri hugsjónini um einar frælsar og rættvísar Føroyar, fyri alt okkara fólk, bæði í bygd og bý.