Tvær tyrlur stoyttu saman undir sløkkiarbeiði í Grikkalandi

Leitingar- og bjargingararbeiði er sett í verk, eftir at tvær sløkkingartyrlur stoyttu saman vestan fyri Athen.

Tvær sløkkingartyrlur stoyttu saman undir arbeiði at basa náttúrubrøndum vestan fyri Athen. Leitingar- og bjargingararbeiði er í gongd.

Tvær tyrlur stoyttu í dag saman vestan fyri grikska høvuðsstaðin, Athen, meðan tær luttóku í arbeiðinum at basa náttúrueldi.

 

Tað upplýsir grikska sløkkiliðið sambært Reuters.

 

Vanlukkan hendi nærindis Psatha í sunnara parti av Grikkalandi.

 

Leitingar- og bjargingararbeiði er sett í verk, men enn er ógreitt, um nakar hevur latið lív ella fingið skaða í samanstoytinum.

 

Grikkaland stríðist í hesum døgum við fleiri náttúrueldar, sum eru kyknaðir í tí turra summarveðrinum.

 

Fyrr í vikuni vóru stórir eldar á fleiri grikskum oyggjum, millum annað Lesbos og Kreta. Nú hava eldarnir eisini breitt seg til grikska meginlandið.

 

Tvær sløkkingartyrlur stoyttu saman undir arbeiði at basa náttúrubrøndum vestan fyri Athen. Leitingar- og bjargingararbeiði er í gongd.