Dómari úr Írlandi kemur at døma á Viðareiði

Leygardagin 24. oktober 2026 skipar Norðoya Seyðahundafelag fyri árligu seyðahundakappingini á Viðareiði. Dómari verður tann kendi írski venjarin og dómarin Paddy Fanning, sum eisini fer at halda tvey skeið fyri føroyskum seyðahundaeigarum.

Tíðindaskriv:

 

Paddy Fanning hevur drúgvar altjóða royndir við at venja, kappast og døma seyðahundar.

 

Vitjanin verður eitt kærkomið høvi at lyfta støðið á føroysku seyðahundunum.

 

Meira fæst at vita um Paddy og virksemi hansara á youtube síðuni hjá honum: www.youtube.com/@ChurchmountSheepdogs

 

Afturat sjálvari kappingini leygardagin 24. oktober á Viðareiði, fer Paddy eisini at halda tvey fáklig skeið. Meira um hetta seinni, á Facebook síðuni hjá Norðoya seyðahundafelag.

 

##med2##