VIDEO: Sandnes ULF tók ikki av sínum málmøguleikum

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Egersund-Sandnes ULF 2-0 (0-0)

Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari hjá Sandnes ULF í dag. Sandnes spældi dyst á útivølli móti Egersund.

 

Egersund dugdi betri at taka av málmøguleikunum, og í seinna hálvleiki megnaðu teir á tveimum sinnum at gera sær gagn av tí.

 

Sandnes er nummar níggju í deildini við 20 stigum. Teir eru fimm stig omanfyri Strømmen, ið er næstaftast í deildini við 15 stigum.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Sandnes dyst á heimavølli á Øster Hus leikvøllinum móti Hødd.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Egersund-Sandnes ULF 2-0 (0-0):

 

##med2##