Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík spældu dyst á útivølli móti Akranesi.
Víkingur var tvær ferðir aftanfyri í dystinum, men tað eydnaðist teimum at fáa javnleik 2-2. Í seinna hálvleiki fingu liðini hvør sín leikara vístan av vøllinum.
Akranes-Víkingur Reykjavík 2-2 (1-1)
1-0 Gísli Laxdal Unnarsson ('38 )
1-1 Helgi Guðjónsson, br. ('42 )
2-1 Gísli Eyjólfsson ('57 )
2-2 Gylfi Þór Sigurðsson ('59 )
Víkingur er framvegis greitt oddalið í deildini við 44 stigum. Teir eru sjey stig frammanfyri Fram.
Komandi hóskvøld klokkan 19 spælir Víkingur fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Europa League. Dysturin verður leiktur á útivølli í Sveis móti Thun.











