Tá ið útvarpsmaður ringdi til mín, og spurdi um eg minnist, tá ið Útvarp Føroya, var sett á stovn, segði eg honum, at tað minnist eg væl. Ja, so gamal eri eg.
Árið var 1957. Tað var tað árið eg fór mín fyrsta túr til skips við gamla Sjúrðarberg. Eg var konfirmeraður í gomlu kirkjuni í Klaksvík, saman við 49 øðrum av Johan Nielsen, presti.
Hettar var eisini árið, tá ið Stella Argus fórst norðanfyri Føroyar við 22 monnum.
Og so var tað Útvarpið, ið var sett á stovn. Hin 6. februar 1957.
Nú var ikki longur neyðugt hjá pápa mínum at liggja við oyranum tætt inn at radiotólinum og lurta eftir veðurtíðindum frá norðmanninum og danskarinum á Kalundborg Longbylgju – tí nú komu m.a. Axel Tórgarð, Niels Juul Arge og Lias í Rættará, og søgdu okkum frá, hvussu veðrið fór at verða.
Nú fingu vit at hoyra um landsynning og útsynning og ikki sum fyrr um “sydøst” og “sydvest”. Og tá ið Ívar Ivarsen seinni við síni vøkru og mjúku rødd lærdi okkum at siga “andøvsgul” var veðrið knappliga “yvirtikið” av føroyingum.
Í fyrstuni varð sagt eitt nú “fimmtitvey” og ikki tveyhalvtrýss, men skjótt var gingið burtur frá hesum. Spell, tí eg eri vísur í, at í dag høvdu vit brúkt tey gomlu heitini á tølum, tí so stóra ávirkan hevur útvarpið á okkara dagligdag – og hvussu vit tosa. Hugsa um m. a. kurla, telda, hvirla og tyrla. Tað var útvarpið, ið lærdi okkum hettar, og í dag er óhugsandi at siga nakað annað.
Í fyrstani var tó ikki so nógv at hoyra. Ein stutt sending á middegi og ein á kvøldi og so var tað liðugt.
Fyri okkum ungu var tað ikki so nógv at hoyra av nýggjasta tónleikinum í útvarpinum, so vit vóru framvegis noydd at lurta eftir Radio Luxemborg fyri at fáa tað seinasta nýggja við. Og har var Top Twenty nummar eitt. Vit lurtaði um Please help me I’am fallin – ella Everybody, nobody’s foul hildu støðuna.
Tá ið man skal skriva stutt um útvarpið og hvat er hent hesi fimmti árini, verður tað nógv, ið má liggja, kanska til eina aðru ferð.
Men útvarpið var ein kollosal broyting í daglig degnum hjá føroyinginum.
Tað var ikki bara tíðindi og tónleikur at hoyra, men skjótt komu upplestur og hoyrispøl á skránna.
Og hvør minnist ikki tær hugnaligu og stuttligu sendingarnar í útvarpinum leygarkvøld – kallað “Leygarkvøld á Bryggjubakka”.
Tað var skemt fyri allar pengarnar – og primus motor í hesu sendingum gjørdist rættuliga skjótt Poul Arne Joensen, Knút Vang, Fraser Eysuroy, Olivur Næss, Oskar Hermanson og onnur.
Eisini varð vitjað út um Havnina at gera skemtisendingar. Og viðhvørt var “Leygarkvøld í Klaksvík” at hoyra. Her haldi eg, at menn sum John Reid Bjartalíð og Villi Sørensen stóðu á odda. Og vit flentu við tárum.
Seinni fingu vit so V4-sendingarnar, ið er ein heil søga fyri seg.
Hoyrispølini tóku rættuligt dik á seg, og kundu leggja gøturnar manntómar – so spennandi var at lurta. Hvør minnist ikki “Baskervillhundurin” tá hvørt hár á høvdinum reistist – og ein sat og ristist og skalv, tá ið man hoyrdi hesi ræðuligu brølini frá “Baskervillhundinum” – og Flemming (ella var tað Benny) Samuelsen, ið royndi at loysa gátuna.
Tað var rættuliga skjótt, at vit fingu góðar upplesarar. Teir fremstu her vóru Oskar Hermanson, Olivur Næss, Einar Joensen, Marius Johannesen og Hans Thomsen. Á kvinnusíðini var m. a Margretha Næss, ið so meistarliga las søguna um Katrin, ið búðu á Álandi.
Einar Joensen tók okkum við umborð á sluppirnar – til Íslandsstrendur og verkfall millum fiskafólk – saman við Martini Joensen.
Marius Johannesen las Feðgar á ferð so meistarliga, at ongin hevur torað at lisið hana umaftur. Og lesur tú bókina í dag, kanst tú framvegis hoyra Marius, tá ið hann sigur: “Tað liggur ein grind á Seyrvágsfirði” –
Tað sama er við Marius, tá ið tú lesur um lítla Gutta, og hann skuldi sleppa at hanga allar jólastjørnurnar út á himmalin “Skal eg sleppa at hanga allar jólstjørnurnar út – tær allar”. Tá hoyrir tú eisini Marius, ið eisini gjørdi Bør Børson ódeyðiligan.
Og Oskar við Rekamanninum hjá Jens Paula Heinesen. Lesur tú bókina í dag, kanst tú hoyra Oskar rópa: “Hvalurin er mín” – og spakuliga: “róligur Sámal Mathias – róligur”.
Barnasendingar komu eisini skjótt á skránna, og her vóru Hanna Lisberg (Hanna mostir) og Sverri Egholm, ið stíðlaðu fyri.
Seinni komu onnur – og mong eru tey í Føroyum, ið minnast Elina Mouritsen og Óla Kurt – og hvat tey kundu finna uppá. Tó haldi eg, at ballónferðin stendur fremst í huga.
Eisini vóru hoyrispøl at hoyra í barnútvarpinum. Tað var fyrst og fremst Eyðun Johannesen, ið skipaði fyri og børnini dámdu at hoyra um Fólk og dólgar í Kardamummubýnum og Djórini í Valbakkaskóginum.
Eitt sum útvarpið hevur skorað nógvar lurtarar uppá, eru ítróttarsendingarnar.
At lurta eftir kappróðri saman við Niels Juul og Jógvan Arge, Súna Merkistein og Hilmar Jan Hansen verður altíð at standa sum nummar eitt.
Teir duga so væl at gera tað spennandi, at tað er nógv meira spennandi í útvarpinum, enn tá ið tú sjálvur stendur og hyggur at.
Og fótbólturin. Tú ristist allur sum tú er, so spennandi duga útvarpsmennirnir at gera tað – og hóast teir allir hava sítt lið, sum teir halda við – so hava teir dugað merkiliga væl, at tað skal ikki skína ígjøgnum.
Tað er líka Sigmund Poulsen, nú sakførari, tá ið hann arbeiddi í útvarpinum, og segði frá dysti í Klaksvík fyri mongum árum síðan og KÍ spældi móti TB (haldi eg tað var).
Tað kundi Sigmund ikki brúkast til – og hann fekk bara henda eina dystin at varpa út. Tað riggaði ikki so væl – (hóast vit KÍ-arar hildu at tað riggaði), tá ið hann segði: “fríspark til okkum – innkast til okkum – hov – hov – onkið sovori galø”.
Tá ið vit fingu sjónvarpið, bleiv tað ein rættulig avbjóðing til útvarpið – og nógv fóru yvir til tann nýggja miðilin, ið var meira spennandi. Her fekk ikki bert oyra sítt, men eisini eyga.
Tó vil eg halda, at útvarpið til allar tíðir – sjálvt í hesum teldu-sms og tøknutíðum, fer at halda skansan.
Vit fara ongantíð at sleppa útvarpinum – og so leingi vit hava dugnalig fólk, ið koma fram at mikrofonini, fer útvarpið at liva.
Hjartaliga tillukku við teim fimmti og góða eydnu fram móti teim hundrað.
Klaksvík hin 30. januar 2007.