Í tíðindasendingini á miðdegi 21. september, fekk Brynhild Thomsen sjónvarpskvinna veruliga høvi og fríar teymar frá sínum starvsfeløgum í Útvarpi Føroya, at folda seg út við mikrofonina, tá ið hon oysti úr sær skuldsetingar móti tíggjutúsundtals føroyingum, sum ikki eru limir í pinkubólki hennara, at teir jagstra tey samkyndu av landinum við áspýting og hóttanum av ymiskum slagi.
Eg havi spurt tíðindadeildina í Útvarp Føroya, um tað kann vera rímiligt, at ein slík álvarsom skuldseting kann standa óátalað, men látast teir sum einki. Væntaði kortini, at teir lótu ein, sum ikki hevur meldað seg sum lim í bólkin hjá Brynhild Thomsen, sleppa framat í tíðindasendingini um kvøldið at lýsa sakina frá aðrari síðu og koma við rættleiðingum. Men Gud hjálpi mær, um teir ikki ístaðin komu við Turid Debes Hentze, einum limi í sama bólki, at gera viðmerkingar og supplera tað, ið Brynhild Thomsen hevði ført fram fyrr um dagin. Men kanska hava tíðindafólkini ikki so nógv skil fyri hesum máli, og tískil ikki duga at seta saman fólk við ymiskum áskoðanum á økinum, so skal vera borið yvir við teimum.
Hesum tíðindafólkum skal so hvørt heim í Føroyum kortini løna við 1.500 krónum árliga, at tala sakina hjá minni enn 1% av føroyingum.
Tað tykist sum,at tað ikki enn er gingið upp fyri Útvarp Føroya, at kommunisman longu hevur spælt fallitt í størsta partinum av heiminum, tí teir tykjast støðugt at liva í subjektiva sovjetiska loftmiðlatilstandinum, har Tass helt vanliga borgaranum langt burtur frá mikrofonunum? Tíðindafólkini í Útvarp Føroya kunnu vera so subjektiv og ódemokratisk, sum teimum lystir, og gera akkurát tað, tey finna fyri gott. Tey kunnu bæði siga ósatt og geva fólki eina skeiva mynd av persónum og viðurskiftum í samfelagnum, uttan at tað fær nakrar fylgjur, tí lurtarin, um hann verður fyri órætti, hevur ongan møðuleika at koma við viðmerkingum og rættleiðingum.
Nøvnini
Tú gerst ikki kløkkur av teimum nøvnum, sum hava undirskrivað seg sum limir í bólkinum hjá Brynhild Thomsen. Útvarps- sjónvarps- og blaðfólk, sjónleikarar, rithøvundar og listafólk, ikki var annað at vænta. Hetta eru tey, ið siga seg vera okkara mentan - ja, eg meini tað. Kortini kann onkur misfata undirskriftirnar, tí har eru nøvn, sum eru fleirnevnt. Kenni fólk í Føroyum, sum eita Óli Hansen, Finnur Hansen, Ólavur Olsen, Anna Dam, Heri Joensen og onnur nøvn á listanum. Eru hetta eins kenningar, ið skrivað hava undir? Kann illa trúgva tí. Men onkur kann lættliga misfata.
Ein, ið nevnist Eyðun Andreassen hevur eisini meldað seg til. Tú freistast at hugsa, at hetta er okkara so fitti fyrrverandi læraravikarur í Skálavík, sum nýliga hevur gjørt vart við seg í sambandi við samansetingina av vísindaligu siðseminevndini, at hann í protest móti ekstremu høgrakreftunum er lopin av vegnum og yvir í vinstru gryvjuna, við at melda seg inn í bólkin hjá Brynhild. Men møguliga ger ein honum órætt, tí fleiri aðrir føroyingar eita Eyðun og fleiri hava eftirnavnið Andreassen. Tá ið ein vil almannakunngera navn sítt, so mátti tað minsta verið, at sett starv og bústað undir, og ikki kamuflerað seg við, at fleiri eita tað sama sum ein sjálvur.
Sekularisering
Kravið hjá teimum mentaðu, sum manna bólkin hjá Brynhild Thomsen, er, at føroyska samfelagið ikki longur skal byggja á tey kristnu lívsvirðini, men vera sekulariserað, tað merkir, at vit skulu burturav gera Føroyar til eitt verðsligt samfelag. Ja, soleiðis stendur svart uppá hvítt í áheitanini frá bólkinum. Somu fólk tosa í dag um minnilutadiktatur.
Men her er sanniliga talan um minnilutadiktatur, so tað stendur eftir, tá ið ein bólkur, sum ikki telur so frægt sum 1% av Føroya fólki, skal trumfa síni sjónarmið ígjøgnum at galda allar føroyingar, og, sum gevur løgtinginum harraboð, at tað skal uppfylla teirra krøv og eingi onnur.
Happing
At allir føroyingar, undantikið trýhundraðmanna-bólkurin hjá Brynhild Thomsen, happar tey samkyndu, er ikki smávegis skuldseting. Jú, tá ið ikki hjálpir við góðum, so verður gripið til tey skitnu vápnini, ósannindi og illgitingar.
Tosi við mong menniskju millum ár og dag, eisini um hetta málið, og tað ikki bara fólk, sum koma í kirkju ella eru virkin í politikki, men vanlig menniskju á gøtuni. Hóast tey ikki síggja nakra meining við, at lóggeva fyri at samkynd ganga saman í paralag og hjúnalag, havi eg aldri hoyrt nakran teirra happað ella vanvirt tey á nakran hátt.
Persónliga eri eg eisini bara eitt vanligt kirkjufólk og ikki limur í nøkrum politiskum flokki, og teir mongu víttgangandi átrúnabólkarnir í Føroyum, eru líka fjart frá mær, sum bólkurin hjá Brynhild Thomsen.
Hvat viðvíkur happing frá einstøkum menniskjum, verður trupult at verja seg fyri. Tað hava altíð verið einstaklingar, ið hava happað. Børn vera happað í skúlanum, brekað vera happað, tey, ið eru øðrvísi enn fjøldin, vera happað, menn umborð á skipi hava verið happaðir av einstaklingum, men fyri tað kann hetta ikki sigast at vera generelt.
At gera tað til happing, at fjøldin av landsins íbúgvum ikki góðtekur allar lógir, sum einstaklingar krevja at fáa settar í verk, er við síðuna av. Ivaleyst finnast einstakir føroyingar, sum vildu havt deyðarevsing setta aftur í gyldið í Føroyum. Skullu so hesir fáa teirra krav ígjøgnum móti fjøldini av fólkinum, sum ikki vil tað?
Ikki øll samkynd líka
Samkynd eru ymisk sum øll onnur. Tað eru samkynd, sum eru agressiv, ágangandi og frek, og sum sópa allar aðrar meiningar til viks. Tey vilja einki hava við kirkjuna gera, men spotta alt, sum er andaligt og kristiligt. Kortini skulu tey inn í kirkjurnar at verða vælsignað sum hjún.
Men tað eru eisini samkynd, sum veruliga hava tað trupult.
Ikki eru tað hesi, sum seta krøvini, sum bólkurin hjá Brynhild Thomsen kemur við. Tey vita, at teirra kynslív er avlagað. Fleiri teirra koma eisini í kirkjuligt umhvørvi, og høvdu ikki funnið uppá at sett kirkjuni krøv, at hon skal gera teirra kynslív normalt. Tey vita, at tey ikki eru skapt soleiðis, men at ymisk viðurskifti, eitt nú umhvørvið, tey hava livað í sum børn og í uppvøkstrinum, hevur avskeplað teirra sexuallív.
Tey eru vorðin misbrúkt av foreldrum, familjulimum o.ø. Hesi menniskjuni hava tørv á kærleika, umsorgan og fatan, og tað er skylda okkara, at vera góð við tey, og ikki bagatellisera teirra trupuleika.
Heldur ikki eru tað hesi, sum royna at skapa óneyðugt stríð um hetta mál. Tey, sum skapa stríðið og øsa upp fólkið, eru har afturímóti bólkar, sum tann hjá Brynhild Thomsen.
Um mentannarbólkurin hjá Brynhild Thomsen saman við Útvarpi Føroya skal avgera, hvussu føroyska samfelagið skal myndast í framtíðini, eru útlitini døpur. Men vónandi dugir vanligi føroyingurin at sálda meginpartin frá og siga nei takk til tað, sum hesi borðreiða við og vilja tvinga niður í okkum.
Heitt skal vera á Brynhild Thomsen og bólk hennara: Latið vera við at brúka tey samkyndu sum amboð í tykkara leiki, at sekularisera samfelagið, og harvið leggja tyngri byrðar á herðar teirra, enn tær, tey longu knógva undir.