Útvarpið letur nú eygu okkara upp

Útvarpið ger vart við seg við litríkum faldara, ið hevur øll tey bøllutu sniðini, ið minnir okkum á fimtiárini, ið enn í dag tykjast vekja okkurt í okkum

Útvarp er so nógv annað, enn tað, ið kemur inn ígjøgnum oyruni á middegi. Seinastu árini er kappingin í fjølmiðlaheiminum harnað og vit hava sæð útvarpsfløgur og útvarpskallendarar. Eisini eru útvarp og sjónvarp farin at kappast um spælipeningin og hevur dúgliga verið lýst við plakatum og lýsingum á bussum.

Útvarpið hevur nú fingið ein kappingarneyta, Atlantic Radio, ið eisini ætlar sær at ríða á føroysku ljóðbylgjunum. Henda støð fær inntøkur sínar frá lýsingum.

Um júst hetta er orsøkin, skal her vera ósagt, men Útvarp Føroya hevur latið gera áhugaverdan og snøggan faldara, ella bókling, har Útvarpið ger vart við LÝSINGAR SUM HOYRAST.

Útvarp Føroya ger vart við, at fáar støðir munnu hava so trúgvar lurtarar, sum júst útvarp Føroya. Og tað er helst einki at taka seg aftur í, at Útvarpið er vorðið partur av føroyska gerandisdegnum.

Og júst tí metir Útvarpið seg vera sera gott lýsingarstað. Útvarpið hevur bæði tekstlýsingar og ljóðlýsingar at bjóða. Til ber at koma við lidnum ljóðlýsingum á fløgu, ella ein kann fá Útvarpið at framleiða. Útvarpið kann eisini útvega ljóðtilfar til ljóðlýsingar.

Eitthvørt er við fimtiárunum, ið hugtekur enn í dag. Tíðin, tá rockurin og ungdómurin komu fram. Lutirnir høvdu bøllut snið, ið vendir aftur í dag innan móta og snið á alskins brúkslutum.

Í besta fimtiára stíli ger Útvarpið vart við lýsingarmøguleikarnar. Vekir áhuga okkara. Vit síggja Dean Martin typuna. Í leðurjakka, hvítari T-troyggju og við hárinum aftureftir. Frammanfyri bøllutu, gomlu, klassisku og bulmiklu mikrofonina stendur ein reyðhærd Monroe genta og lesur upp. Hesar mikrofonir síggjast enn í dag í nærum øllum sjónbandaløgum. Útgerðin, ið vit síggja í faldaranum, er øll av eldri slag. Og fyri at fullfíggja myndina, so hava eisini litirnir fimtiáradám.

Útvarpið ger vart við, at útvarpslýsingar enda ikki í ruskspannini. Tað ger hesin faldarin kanska heldur ikki.