? Eg haldi ikki, tað er rætt júst nú at fara at kanna, hvørt samanlagdi loftmiðlastovnurin skal leggjast uttan fyri Havnina.
Tað segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum, tá ið hann svaraði einum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard í løgtinginum týsdagin.
Sjálvstýrismaðurin hevði spurt landsstýrismaðurin, um hann tók undir við møguleikanum at kanna, um tann samanlagdi loftmiðlastovnurin kundi leggjast uttan fyri Havnina.
Men tað ger Jógvan á Lakjuni ikki.
? Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya hava ikki av tilvild havt bústað frá byrjan í høvuðsstaðnum, og tað haldi eg, at stovnarnir, tá ið teir eru samanlagdir, framvegis eiga at hava, segði Jógvan á Lakjuni.
Kanningar verða nú gjørdar, um ein nýggjur sjónvarpsbygningur kann byggjast saman við Útvarpshúsinum í Sortudíki, upplýsti Jógvan á Lakjuni í sínum svari.