Tað er neyvan nakað serliga stuttligt hjá tveimum bilførarum at vakna í morgun, aftaná at løgreglan í nátt hevur tikið teir fyri rúsdrekkakoyring.
Fyrri bilførarin varð tikin í Klaksvík um hálvgum eitt tíðina í nátt. Borgarar í einum grannalagi høvdu ringt til løgregluna, tí ein bilur stóð heldur løgið parkeraður við síðuna av vegnum.
Tá løgreglan kom á staðið kundu teir staðfesta, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka og missur hann sostatt koyrikortið.
Seinni bilførarin bleiv tikin í Vágum, tá ein løgreglubilur steðgaði honum á vegnum. Hann kann tó vænta sær ein harðari dóm enn tann fyrri, tí tá løgreglan kannaði upplýsingarnar hjá bilføraranum gjørdist greitt, at hann hevði einki koyrikort, tí tað var tikið frá honum fyrr í ár vegna rúsdrekkakoyring.
Um dómur var fallin í fyrra málinum og dómarin tikið koyrikortið frá honum, hevði rúsdrekkakoyringin í nátt kunna enda við, at hann skuldi inn at sita. Men av tí, at tað málið ikki er avgreitt enn, fær hann einans bót fyri at koyra uttan førararætt. Tað merkir tó ikki, at hann sleppur so lætt.
- Dómur er ikki fallin í fyrra málinum hjá bilføraranum, men hann kann helst vænta sær, at hædd nú verður tikið fyri, at hann er tikin tvær ferðir fyri rúsdrekkakoyring, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.