Tveir persónar eru bjargaðir á lívi úr einum tunnli við eina vatnorkuverkætlan í Nepal. Hetta hendir níggju dagar eftir, at ógvuslig vatnflóð rakti landið.
Myndugleikarnir í Nepal upplýsa hetta fyri BBC tíðliga í morgun.
Talan er um Trishuli 3A-tunnilin við vatnorkuverkið Trishuli. Sambært myndugleikunum arbeiða bjargingarliðini víðari við at bjarga fleiri fólkum, sum eisini verða hildin vera innibyrgd.
– Eg eri so glaður, so glaður. Eg havi bíðað eftir hesum tíðindunum. Hetta gevur vón um, at eisini onnur verða bjargað á lívi, sigur Suresh Chaudhari, sum arbeiðir saman við einum av teimum bjargaðu, við BBC.
Bæði orkumálaráðharrin og innanríkisráðharrin í Nepal hava sambært tíðindastovuni AFP váttað, at tveir persónar eru bjargaðir livandi úr tunlinum.
Ein upptøka hjá CNN vísir, hvussu annar teirra verður hálaður upp gjøgnum eitt hol, sum er borað niður í tunnilin. Fleiri bjargingarfólk standa rundan um holið og klappa og fegnast, tá hann kemur upp.
Verkfrøðingar hava sum part av bjargingararbeiðinum pumpað luft inn í tunlarnar, skrivar BBC.
Fyrri persónurin, sum varð bjargaður, var ikki førur fyri at tosa. Bjargingarfólk góvu honum ilt, og síðani varð hann fluttur við tyrlu á sjúkrahús.
Hin persónurin smíltist og var sera takksamur, siga myndugleikarnir sambært BBC.
Vatnflóðini raktu brádliga marknaøkið millum Nepal og Tibet mikudagin í síðstu viku.
Ein jøkull rapaði og elvdi til ein flóðaldu-líknandi vegg av gróti, vatni og runu, sum skolaði heilar bygdir burtur.
Fleiri enn 1.200 fólk eru deyð, og meira enn 4.200 eru framvegis saknað. Millum teirra eru yvir 900 arbeiðsfólk á ymiskum vatnorkuverkum í Nepal.
Vanlukkan er tann ringasta í Nepal síðani jarðskjálvtan í 2015, tá fleiri enn 8.000 fólk lótu lív.
Ritzau











