Tveir brutu nøsina

Seinasta vikuskifti fekk politiið í Havn nógvar fráboðanir um harðskap ymsastaðni í býnum. Millum annað, so vóru menn farnir til hendurs uttan fyri Náttaravnin. Hesin tilburðurin var so ógvusligur, at endin var, at tveir mans brutu nøsina

Talið av herverkstilburðum í Føroyum er fallið í ár í mun til í fjør, verður upplýst av politistøðini í Havn. Men hetta merkir tó ikki, at eingi lógarbrot longur verða framd. Seinasta vikuskifti hevði politið í Havn nevniliga nógv at gera. Politiið fekk eina rúgvu av fráboðanum um harðskap inni á ølstovum ymsastaðni í býnum. Hesin harskapur kom av, at menn vóru vorðnir ósamdir um eitthvørt, og so fóru teir til hendurs. - Hetta er tað, ið vit kenna sum vanligan gamaldags harðskap, siga tey á politistøðini.


Alt tó ikki av

tí gamla slagnum

Allur harðskapurin í vikuskiftinum var tó ikki av tí gamla, vanabundna slagnum. Talan var nevniliga eisini um rættuliga ógvusligan harðskap uttafyri Náttarravnin í gongugøtuni. Har varð ein maður bæði sparkaður og sligin. Hesin tilburður fór fram á tann hátt, at ein sparkaði og slóð, meðan ein annar helt ofrinum niðri.

Tann sparkaði og sligni maðurin breyt nøsina av tilburðinum, og ein ið kom honum til hjálpar var somuleiðis so óheppin at bróta sær nøsina.

Politiið sigur, at maðurin, ið framdi harðskapin, ikki er heilt ókendur hjá politinum. Maðurin er fyrr dømdur fyri at hava framt harðskap, og á Ólavsøku tókst hann eisini við at fremja harðskap, ið hann skjótt skal í rættin fyri.

Í fjør fekk politiið 80 fráboðanir um harðskap, meðan talið higartil í ár er komið upp á 63 tilburðir.


Mest seyður

Á hinum oyggjunum er stak friðarlig fyri tíðina. Frá politistøðunum í Vágum og í Suðuroynni verður sagt, at politiið mestsum bert hevur havt pappírsarbeiði fyri tíðina.

Frá politistøðini í Runavík siga tey, at harraleysur seyður tó hevur verið ein stórur trupulleiki ta seinastu tíðina. Tey hava fingið eina rúgvu av seyði inn, ið eingin veit nakran ánara á. Í løtuni hava tey 5 seyðir inni. Hesin seyður verður helst seldur á almennari uppboðssølu, verður sagt.

Harðskapur hevur eingin verið í nøkrum av hinum oyggjunum, men fólk á politistøðini í Runavík siga okkum, at har henda regluliga eini tvey ferðsluóhapp um dagin. Í Klaksvík hendi eisini eitt lítið ferðsluóhapp sunnudagin. Talan var um skilaleysa koyring, ið endaði við, at bilurin rendi inn í ein lyktapela. Tó var talan bert um skaða á bilin og lyktapelan.

Politiið í Klaksvík fekk eisini um vikuskifti fráboðan um, at ein bilur var stolin á Viðareiði. Fólkini, ið áttu bilin, sóu hann fara úr bygdini og boðaðu beinan vegin frá til politistøðina í Klaksvík. Politiið í Klaksvík fekk steðgað tí fulla bilføraranum, ið helst missir koyrikortið.

Í Eysturoynni var eisini onkur, ið koyrdi við kenning um vikuskiftið.