Umframt Peter Foldagst fær EB/Streymur eisini vitjan av einum øðrum donskum spælara mikudagin. Hesin er ein 23 ára gamal verjuspælari og eitur Anders Post Jakobsen. Hann er 189 sentimetrar høgur, og hevur seinasta kappingarárið spælt í Holstebro, har hann verður lýstur sum ein sterkur og tryggur verjuspælari. Anders Post Jakobsen hevur áður roynt seg hjá Vejle, og hann hevur 9 ferðir spælt á donsum U-landsliðum.