Tveir fara til Gotlands

Tennis: Tveir føroyskir spælarar vera við á oyggjaleikunum í Gotlandi.

Tveir føroyskir tennisspælarar eru við, tá ið oyggjaleikirnir í Gotlandi byrja nú sunnudagin. Sjálva setanin verður leygarkvøldið, og dagin eftir fara tær ymisku kappingarnar av bakkastokki.


Føroyar høvdu ein hóp av leikarum við á Jersey fyri tveimum árum síðani, men hesaferð vera einans tveir spælarar við. Teir eru Martin N. Simonsen og Nicholas Petersson.


Nicholas Petersson er búsitandi í Danmark. Hann spælir á einum høgum støði, og tað eru sannlíkindi fyri, at hann fer at fremja eitt gott úrslit í Gotlandi.


- Hann er á sama støði sum seinast, kanska eitt sindur betri, men tað, ið er meira umráðandi, er, at kappingin hesaferð er á hansara yndis undirlagi – nevniliga á grúsi, sigur Martin N. Simonsen.


Meiri verður at lesa um tennis og allar aðrar ítróttargreinarnar í oyggjaleikablaðnum, sum Sosialurin gevur út í ovurmorgin.