Tveir fyrispurnigar

Fyrispurningarnir um ávikavist Skúlan á Trøðni og barnsburðargrunnin skuldu svarast á tingfundinum í gjár

Tvey tey seinastu málini áðrenn framløguna á dagsskránni fyri tingfundin í gjár vóru svar uppá tveir fyrispurningar.

Fyrstu fyrispurningurin var fyrispurningur nummar 100-18/1999, sum Rúna Sivertsen, tingvinna fyri Fólkaflokkin, 25. januar setti Signari á Brúnni, landsstýrismanni í undirvísingar- og mentamálum, um skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin.

Seinni fyrispurningurin var fyrispurningur nummar 100-19/1999, sum er Lisbeth L. Petersen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, 25. januar setti Finnboga Arge, landsstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum, viðvíkjandi barnsburðargrunni.