Tað var so javnt, sum tað ber til, tá ið gentur 14-½6 ár kappaðust á norðoyastevnu.
Tekla úr Klaksvík og Pílur hjá Róðrarfelagnum Knørri fingu besta startin, men so dragnaði Tekla eitt sindur og endaði á triðja plássi.
Pílur var klárt á odda , men Kollur úr Kollafirði svaraði aftur, og í endaspurtinum vóru hesir báðir bátarnir stavn um stavn. So javnt var tað, at tey á málinum ikki hildu seg til at taka dagar ímillum. Tí fingu Kollur og Pílur sjey stig í part, meðan Tekla fekk fimm stig.
##med2##
1 | Kollur (KÍF) | 06:05.36 | +00.00 | 7 | ||
1 | Pílur (RK) | 06:05.36 | +00.00 | 7 | ||
3 | Tekla (KRF) | 06:18.00 | +12.64 | 5 | ||
4 | Spógvin (NSÍ) | 06:20.20 | +14.84 | 4 | ||
5 | Broddur (Sumba) | 06:23.45 | +18.09 | 3 | ||
6 | Ørnin (SÍF) | 06:27.42 | +22.06 | 2 | ||
7 | Gulin (HR) | 06:33.22 | +27.86 | 1 | ||
8 | Geytin (TIND) | 06:36.12 | +30.76 | 0 | ||
9 | Falkur (HVR) | 06:44.12 | +38.76 | 0 | ||
10 | Títlingur (HR) | 06:58.27 | +52.91 | 0 | ||
11 | Æðan | 07:06.11 | +60.75 | 0 |