Tveir gevandi landsdystir móti Íslandi

Føroysku U16-kvinnurnar og U18-kvinnurnar spældu tveir spennandi og gevandi landsdystir móti Íslandi í gjár. Ísland vann báðar dystirnar við tveimum málum

Føroysku U16-kvinnurnar og U18-kvinnurnar spældu tveir spennandi og gevandi landsdystir móti Íslandi í gjár. Ísland vann báðar dystirnar við tveimum málum, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Føroysku U16-kvinnurnar taptu tepurt 25-23 fyri Íslandi, eftir at Ísland var á odda 17-13 í hálvleikinum. Eitt góðkent avrik av okkara gentum, sum spældu teirra fyrsta landsdyst. Tíverri riggaði stroymingin ikki og fyriliggur tískil eingin dystarfrágreiðing.

 

U18-kvinnurnar taptu eisini við tveimum málum. Úrslitið var 31-29 til Íslands, eftir hálvleiksstøðuna 17-17. Liðini fylgdust í fyrru helvt av fyrra hálvleiki, har leikferðin var høg og var serliga Maria Pálsdóttir Nólsoy eyðsýnd í føroyska álopinum. Um miðjan fyrra hálvleik brendu okkara heldur illa og gjørdu nakrar tekniskar villu og kom Ísland fram um 8-5. Okkara komu tó væl aftur og fóru til hálvleiks við støðuni 17-17.

 

Føroyska liðið hevði sína bestu løtu í byrjanini av seinna hálvleiki. Silja Arngrímsdóttir Müller stongdi føroyska málið fyrstu 10 minuttirnar og var Lukka Arge eyðsýnd í álopinum við fleiri góðum langskotum. Føroyar komu fram um 21-17 áðrenn Ísland náddi at svara aftur. Fleiri feilir um miðjan hálvleik loyvdi tó íslendingum innaftur í dystin og vóru tað tær sum vóru omaná seinastu 10 minuttirnar av dystinum við einum ella tveimum málum.

 

Liðini hittast aftur í dag kl. 15.00 og 17.30.

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Lukka Arge 10 (7)

 

Karin Egholm 5

 

Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 4

 

Lea Mohr 3

 

Maria Pálsdóttir 3

 

Barbara Hammer 3

 

Inga Maria Joensen 1

 

Málverji:

 

Silja Arngrímssdóttir Müller 8 bjargingar