Tveir málverjar beinbrotnir av vølli

Botnliðið EB/Streymur var á odda ímóti nýggja oddaliðnum, inntil Gunnar á Steig var farin av vøllinum við brotnari hond, og seinni noyddist avloysarin av vøllinum við skaða í beininum

Fótbóltur

 

Við trivaligum 5-1 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi lyfti 07 Vestur seg upp á fremsta plássið í 1. deild. Oddasessurin varð tryggjaður, tí VB/Sumba tapti 2-1 á Argjum. Harvið hava 07 Vestur og VB/Sumba sama stigatal, men málmunurin hjá 07 Vestur er betri, enn hann er hjá VB/Sumba.

Men satt at siga var tað lítið Formuladeildarsnitt yvir tí, tá ið nýggja oddaliðið hitti teir næstbestu hjá EB/Streymi, sum stríðast fyri at sleppa undan botnplássunum.

EB/Streymur var á odda við einum máli eftir 1. hálvleik. Niels Pauli Danielsen skoraði málið, tá ið hann við fremra stólpa møtti innleggi úr høgru frá Jens Mikal Jensen, og um EB/Streymur kundi havt økt um leiðsluna bæði eina og tvær ferðir, men teir vóru ikki nóg neyvir í góðum støðum.

Tveir minuttir undan steðginum var EB/Streyma málverjin Gunnar á Steig so óheppin at bróta hondina í samanstoyti við mótstøðumann. Ási Dam, sum er unglingur og plagar at vera í álopinum, fór at verja málið. Men bara í eina lítla løtu. Tíðliga í 2. hálvleiki noyddist hann av vøllinum, tí hann var skaddur í beininum. Tað var tá ið hann varð skaddur, at 07 Vestur javnaði.

So fór Vinjard Dam at verja málið. Hann helt tætt í tólv minuttir. Tá ið hann hálvbjargaði frísparksroynd, og Jón Nielsen, sum er fluttur av Argjum og vestur aftur í Vágar, skoraði til 2-1, var greitt, at 07 Vestur fór at vinna. Men leingi var tað ikki sannførandi. Silva økti til 3-1 við stútara eftir fríspark, og so skoraði Tór-Ingar Akselsen tvey mál, so sigurin at enda gjørdist trivaligur.

 

Oddurin tódnaði

Oddaliðið VB/Sumba tapti tøttu oddauppgerðina á Argjum 2-1. Gestirnir løgdu bragdligari fyri, og teir kundu verið komnir á odda eitt nú, tá ið Pól Thorsteinsson royndi seg úr stuttari fjarstøðu, og Heðin Stenberg vardi væl fyri.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Kenneth Jacobsen AB framum. Hann var leysur mitt fyri, eftir at Thomas Hans Rubeksen hevði lagt innfyri úr høgru. Tíðliga í 2. hálvleiki økti Dion Splidt um AB leiðsluna. Hann var leysur aftanfyri handara stólpa, eftir at Evrard Ble hevði lagt innfyri úr høgru.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki kom spenningur í aftur, eftir at Jón K. Poulsen hevði minkað um munin við skoti, sum umvegis stólpan brast í netmeskarnar. AB megnaði tó at halda tætt, og tað hevði stóran týdning fyri teirra vánir í toppstríðnum.

TB tapti fyrr í ár púra óvæntað 1-0 í Leirvík. Tá ið Víkingur leygardagin vitjaði á Sevmýri var tó eingin ivi. Heimaliðið var greitt omaná og vann 5-1. Tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at Finnur Justinussen við stútara eftir frísparksinnlegg frá Bárði Hansen pyntaði um fyri Víking.

Botnliðið B68 tóktist vera á veg ímóti øllum stigunum, tá ið NSÍ fríggjakvøldið vitjaði á Svangaskarði. Súni Fríði Barbá hevði eftir innlegg úr høgru frá Emil Olsen lagt heimaliðið framum, og Gestur Lómstein hevði eftir horna økt um leiðsluna.

Tveir minuttir undan leikloki minkaði Sonni L. Petersen um munin eftir skjótálop, og síðsta atsóknin av øllum var tað, tá ið Pól Jóhannus Justinussen við høvdinum umsetti frísparksframlegging frá Kára Hansen til 2-2!

HB skuldi havt vitjað í Klaksvík, men dysturin varð útsettur orsaka av Intertoto Cup ferðini hjá HB.