Tað kostar tríggjar mánaðar í geglið, um tú verður tikin fyri at flyta inn og selja eitt knapt pund av hashi í Føroyum.
Tað hevur Føroya Rættur sligið fast í dómi yvir tveir mans, sum vóru ákærdir fyri at flyta inn 423 gram av hashi við sølu fyri eyga.
Tað var í september mánaða í ár, at hundurin hjá tollvaldinum, fann eina nøgd av hashi í einum vanligum eftirliti. Talan var um 133 gram, sum hald varð lagt á.
Løgreglan fekk málið og skuldsetti tveir mans, 36 og 39 ára gamlar, fyri hendan innflutningin.
Eisini fann løgreglan fram til, at teir báðir fyrr í mánaðinum høvdu innflutt og selt onnur 290 gram av hashi.
Tann 36 ára gamli maðurin varð í Føroya Rætti tann 3. oktober dømdur tríggjar mánaða fongsulsrevsing. Hann bað um tíð at umhugsa dómin, men hevur seinni tikið við dóminum og er farin inn at sita.
Hin maðurin, tann 39 ára gamli, var ikki í rættinum, tá málið var fyri fyrstu ferð. Hansara mál var fyri mánadagin í hesi vikuni. Hann fekk sama dóm, sum tann 36 ára gamli makkarin.