Bowling er ikki tann ítróttargreinin, sum mest verður gjørt burtur úr í føroysku ítróttarmiðlunum, men hetta merkir tó ikki, at tað ikki eru nógv fólk, sum hava áhuga fyri bowling í Føroyum.
Nýtt met
Bowlinghøllin í Havn, sum er tann einasta av sínum slag í Føroyum, hevur á hvørjum ári ein lista yvir teir persónar, sum hava fingið bestu úrslitini í høllini. Við ársbyrjan í fjør kunngjørdi bowlinghøllin eisini, at tann fremsti bowlarin í 2004 fór at fáa eina peningaupphædd fyri sítt avrik, og týsdagin fór handanin av peningagávuni so fram.
Tað vísti seg við árslok í fjør, at tað vóru tveir mans, ið báðir høvdu fingið besta úrslitið í bowlinghøllini í fjør. Teir báðir Johan Poulsen og Remy G. Hansen høvdu báðir megnað at fáa 289 út av 300 møguligum stigum, sum má sigast at verða serstakliga gott. Hetta er tað mesta, sum nakar nakrantíð hevur fingið í Føroyum.
Fyri hetta framúr góða úrslit fingu teir báðir hvør sín kekk frá Føroya Sparikassa áljóðandi 5.000 krónur handaðan.
Stríðast fyri góðkenning frá ÍSF
Leiðarin av bowlinghøllini í Havn, Dan Kjelnæs, sigur, at bowling-íðkarar í Føroyum í drúgva tíð hava roynt at gerast limir í ÍSF, men hetta hevur gingið sera striltið. Tó sigur hann, at tað nú sær út til at verða ein glotti fyri framman, sum vónandi kann verða við til, at føroyskir bowlarar fáa møguleika fyri at royna seg móti íðkarum úr øðrum londum.
- Vit hava longu fleiri ferðir verið í sambandi við íslendingar, sum eru sera áhugaðir í at koma handan vegin at dystast við teir fremstu bowlingíðkararnar her á landi, men vit noyðast at bíða eftir góðkenning frá ÍSF, áðrenn vit kunnu hava ein veruligan landsdyst, sigur Dan Kjelnæs.
Í næstum skipar bowlinghøllin í Havn fyri eini sonevndari liðkapping. Tá verður kappast á tann hátt, at tað eru 24 lið, sum eru mannað av trimum einstaklingum, ið kappast eftir einum sonevndum cup-leisti. Harvið verða tað so ikki færri enn 72 fólk, ið fara at kappast, og Dan Kjelnæs sigur, at tað stendur ikki á at fáa kappingina fullteknaða. - Áhugin fyri bowling í Føroyum er sera stórur, og eg ivist ikki í, at hann hevði verið enn størri, um ítróttargreinin kom undir meiri skipaði viðurskifti, sigur leiðarin í bowlinghøllini.
Tað er Føroya Bjór, ið er høvuðsstuðul fyri liðkappingini hjá bowlinghøllini, sum verður leygardagin 19. februar. Eisini letur Hotel Føroyar onkran vinning.