Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Føroya Banka fyri løtu síðan.
Lagt verður aftrat, at Brian Smedemark, rakstrarstjóri og Arnhold Olsen, fíggjarstjóri, eru báðir tilnevndir varastjórar í bankanum.
- Brian Smedemark hevur verið rakstrarstjóri í bankanum síðan 2023, og var stjóri í dótturfelagnum Trygd frá 2018 til 2023. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2019.
Um Arnhold Olsen verður sagt soleiðis:
- Hann hevur starvast í bankanum síðan 2013. Í 2023 gjørdist Arnhold fíggjarstjóri og samstundis partur av samtaksleiðsluni.
Báðir halda teir fram við somu ábyrgdarøkjum sum higartil, og tilnevningarnar hava ikki við sær broytingar í dagligu leiðsluni av samtakinum.
Í Føroya Banka verður eimum ynskt hjartaliga tillukku.











