Tveir oddadystir á Hálsi

Hondbóltur: Bæði Kyndil og Neistin eru oddalið í kvinnudeildini eins væl og í mansdeildini. Hesi liðini hittast á Hálsi í morgin

Strandingar gjørdu bart mikukvøldið móti KÍF, tá teir vunnu 39-18, men mótstøðan hjá teimum verður uttan iva nógv størri í kvøld, tá teir skulu til Havnar at spæla móti H71. Dystin móti KÍF kunnu strandingar ikki brúka til so nógv meir enn eitt stuttligt minni, og teir vita ivaleyst eisini, at tað ikki verður so lætt í kvøld ? halda teir tað, tapa teir.

Hoyvíkingar hava verið eitt sindur svingandi í ár. Teir taptu móti Kyndli í fyrsta dystinum, men vunnu so á VÍF, áðrenn teir spældu avgreiðsludystin í Runavík móti Tjaldrinum. Úrslitið í kvøld kann gerast ein góð ábending um, hvat H71 ætlar sær í ár.

Í morgin verða tveir dystir spældir í bestu mansdeildini. Í Vestmanna verður botndystur, har KÍF skal royna at reisa seg aftur eftir lemjandi ósigurin móti StÍF. Mótstøðuliðið hesaferð verður Tjaldrið. Nýggja liðið fer ivaleyst at fáa tað strævið í ár, og um stig skulu koma, skulu tey skavast saman móti júst liðum sum KÍF. Soleiðis sær tað í øllum førum út til í løtuni, tí hvørki av liðunum hevur fingið stig enn.

Triði dysturin hjá monnum verður í Havn, og hesin dysturin sær ikki sørt áhugaverdur út. Neistamenn eru ikki beinleiðis oddalið, men eru framvegis ósigraðir í landskappingini, men tað hevur verið langt millum dystirnar hjá teimum, sum hava verið móti ávikavist KÍF og StÍF. Kyndil legði seg á odda eftir frálíka sigurin á VÍF seinasta vikuskiftið, og teir fara ivaleyst ikki at geva grannunum nakað fyri einki í morgin.


Kvinnurnar

Hjá kvinnunum sæst longu nú, hvørji lið fara at gera seg galdandi í toppinum, og hvørji lið fara at liggja í botninum. Einastu ivamálini eru StÍF og Stjørnan, sum tykjast hava tilfar og spæl til meira, men sum enn ikki hava fingið rættiligt glið á. Stjørnan skuldi havt ein góðan møguleika at fáa tvey stig, tá hon í morgin tekur ímóti GÍ/Tjaldrinum. Kravið til Stjørnuna er tað sama sum móti VB: Tær skulu vinna, um tær ætla at blanda seg í oddastríðið, har klaksvíkskvinnurnar longu hava mist eitt sindur ov nógv í mun til hini liðini. Men soleiðis, sum kappingin er skipað, kann tað lættliga vinnast innaftur, men tað krevst, at dysturin móti GÍ/Tjaldrinum skulu vinnast.

Felagsliðið hjá eysturoyingum stóð einki aftan fyri Stjørnuna seinasta vikuskiftið, tá tær eisini vunnu á VB. Stjørnan hevur enn ikki fingið nakra rættiliga avbjóðing heima í KÍ-høllini, men tann fyrsta kann koma í morgin, tí GÍ/Tjaldrið er eitt sindur torført at rokna út (tepurt tap móti Neistanum og síðani greitt tap móti Kyndli).

Stjørnan hevur enn ikki veruliga fingið kol á ketlarnar, og tað hevur StÍF heldur ikki. Strandakvinnur høvdu eitt frálíkt kappingarár í fjør, har tær við eitt sindur meira hepni kundu vunnið sær føroyameistaraheitið. Í ár byrjaðu tær illa við heimaósigri móti VÍF, og síðani taptu tær eisini móti Neistanum. Sigurin á Stjørnuni gav tvey stig, og tað eru tey einastu, StÍF hevur higartil. Í Vági skuldi verið møguleiki fyri at fingið tvey afturat, men VB eigur ikki at undirmetast á heimavølli, hóast vágskvinnur enn ikki hava fingið stig.

Eins og í mansdeildini verður oddadysturin hjá kvinnunum hetta vikuskiftið millum Kyndil og Neistan. Meðan tað hjá monnunum er eitt sindur óvæntað, at Neistin er komin so væl frá byrjan, er eingin tikin á bóli av, at tað hjá kvinnunum eru hesi bæði liðini, sum liggja best fyri.

Neistakvinnur eru framvegis ósigraðar, men í morgin verður mótstøðan tann størsta higartil í ár. Tá liðini hittust í Café Natúr Cup beint áðrenn landskappingin byrjaði, vann Kyndil sannførandi, men tann ósigurin ætlar Neistin sær uttan iva at rista av sær aftur. Kyndil hevur vunnið tríggjar ferðir á rað síðani ósigurin móti Stjørnuni.

VÍF hevur frí bæði hjá kvinnum og monnum hetta vikuskiftið. VÍF hevur bæði vunnið og tapt í ár, bæði hjá kvinnum og monnum. Komandi mikukvøld spælir VÍF í Vestmanna móti GÍ/Tjaldrinum og Tjaldrinum.