Tveir úrmælingar hava konsert í kirkjuni í Vági

Í ár eru bæði Vágs Kirkja, og kirkjukórið, Ljómur, 80 ár og Grækarismessudag, sum er næsta týsdag, verður konsert í kirkjuni, har tveir úrmælingar, hvør á sínum ljóðføri, fara at spæla.

 

Tey eru heimsgitni blokkfloytuspælarin, Michala Petri, og gittarspælarin, Ólavur Jakobsen, sum fara at spæla. Konsertin er umleið ein tíma og hon er ókeypis.

 

Ólavur Jakobsen er kendur fyri sítt leikandi lætta fingraspæl og Michala Petri verður mett at vera ein av heimsins allarbestu á sínum ljóðføri. Longu fimm ára gomul spældu hon á síni fyrstu konserti og síðani hevur hon havt yvir 5000 konsertir um allan heimin, umframt at hon verið við á umleið 70 fløgum.

 

 Henni dámar serliga væl at spæla í kirkjum, tí tey, sum fyrireika konsertina í Vágs kirkju, vísa á, at síðsta summar segði hon í samrøðu við Krisetlig Dagblad , at hon helt, at tað var fantastiskt at spæla í kirkjum, ikki bara tí, at tær eru vakrar, og ljóðið er gott, men eisini tí at fólk lata sinnið upp, tá ið tey koma í eina kirkju.