Skúlar
- Ætlanin er, at barnaskúli til og við 3. flokk skal verða í verandi skúla á Glyvrum, og síðan skulu restin av næmingunum ganga í skúlanum, sum bygdur verður í Runavík.
Tað sigur Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentanarnevnd Runavíkar býráðs.
Um nøkur ár
Hann vísir á, at enn hevur Runavíkar kommuna ikki endaliga gjørt av, um bygt verður í einum ella fleiri byggistigum í Runavík.
- Verður bygt yvir fleiri ár, fara vit framhaldandi at hava fýra skúlar í nøkur ár aftrat, men verður alt bygt og møguliga umbygt í einum, er hugsandi, at vit fara at hava tveir skúlar og ikki fýra í Runavíkar-økinum um eini tvey ár ella so, sigur formaðurin í mentanarnevndini, Hans Petur Ellingsgaard.
Grannar byggja
Vit kunnu leggja aftrat, at Tofta skúli eisini verður útbygdur í hesum døgum, og henda verkætlanin kostar stívliga 40 mio krónur.
So, tilsamans verður talan um einar 100 mió krónur til skúlabygging í hesum báðum grannakommununum næstu árini.