Tveir spælarar eru skaddir á veg í hálvfinaluna

Gotland 99: Men enn hevur kvinnulandsliðið í flogbólti ikki merkt so nógv til, at Hjørdis Mortensen og Juanna S. Joensen ikki fáa spælt

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti hevur í skrivandi løtu spælt tríggjar dystir, og tá vit spurdu venjaran Niclas Joensen, um tað hevði gingið nøkulunda sum væntað í hesum fyrstu trimum dystunum, svarar hann, at tað hevur tað.

Føroyar løgdu út við at vinna 3-0 á norsku oynni Hitra, og síðani vunnu føroysku kvinnurnar eisini 3-0 á Jersey. Her gekk alt kortini ikki so gott, og venjarin og spælararnir vóru ikki heilt nøgdir við føroyska spælið í hesum dystinum.

? Vit tóku statistikk av dystinum móti Jersey, har vit í løtum høvdu ávísar trupulleikar, og tosaðu nógv um tað. Í hesum dystinum (móti Grønlandi) stóðu vit nógv betur á vøllinum, og serliga Gudrid Nolsøe vann nógv fleiri bóltar enn hon hevur gjørt fyrr, og hon spældi sum heild sera væl og eigur stóran heiður av hesum dystinum, segði Niclas Joensen.

Í øðrum setti av dystinum móti Grønlandi endaði tað við 25-22 sigri til Føroyar. Sera lítil munur, og Niclas heldur, at hansara lið misti konsentratiónina eitt sindur í hesum settinum.

? Spælararnir hava sitið í høllini síðani klokkan 13, so tær hava verið her leingi (dysturin móti Grønlandi byrjaði klokkan 21.00). Í triðja setti skiftu vit hevara, tá Rúna Hentze kom inn fyri Marjuna Kalsø, og tað hjálpti. Annika Joensen slapp eisini út at hvíla seg í triðja setti, so tað gekk bara væl, segði ein væl nøgdur landsliðsvenjari.

Tveir dystir eru nú eftir í bólkinum.

? Dysturin móti Álandi verður tann truplasti, men tann móti Cayman verður helst ikki so torførur, sum vit høvdu væntað. Cayman tapti 2-3 móti Jersey, sum vit vunnu 3-0, og tí kunnu vit rokna við, at liðið hjá Cayman ikki er so sterkt, sum vit høvdu stúrt fyri, segði Niclas Joensen.

Tað hevur altso gingið væl hjá kvinnulandsliðnum higartil, so væl, at tær ikki hava merkt so nógv til, at tveir av teimum heilt góðu spælarunum lítið og einki hava spælt higartil. Hjørdis Mortensen úr TV 55 og Juanna S. Joensen úr TB eru báðar skaddar. Juanna spældi eitt sindur móti Grønlandi, men hvørgin teirra hevur verið veruliga før fyri at spæla. Men tað skuldi kortini verið ein kjansur fyri at fingið tær klárar til seinni í kappingini.


Taktikkurin

eydnaðist væl

Besti spælarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum móti Grønlandi mánakvøldið var Gudrid Nolsøe úr TB. Hon var eisini væl nøgd sjálv.

? Jú, eg haldi, at hetta helst var tað besta, eg havi spælt higartil á oyggjaleikunum, segði Gudrid Nolsøe.

? Taktikkurin var at fara inn og spæla okkara egna spæl og royna at leggja trýst á tær við servunum, og tað eydnaðist eisini væl.

Gudrid helt, at Cayman oyggjarnar eigur føroyska liðið at vinna, og so er spurningurin, hvussu fór at gangast móti Álandi, men á føroyska liðnum eru tær bjartskygdar, og lagið er gott, hóast tveir av spælarunum eru skaddir.

? Enn hevur tað so ikki ávirkað so nógv, men sjálvandi hevði tað verið betri, um Hjørdis og Juanna eisini vóru tøkar, ikki minst Hjørdis, sum er sera góð at hava á miðjuni. Men higartil hava vit so kunnað spart tær, segði Gudrid Nolsøe, sum helt, at nú skuldi tað ganga heilt galið, um Føroyar ikki kom við í hálvfinalurnar, allarhelst saman við Álandi.