Talan kann væl verða um eitt hondbóltsvikuskifti, har vit fáa eina ábending um, hvørjir finalistarnir í Hvonn-deildini skulu verða.
Á stigatalvuni er støðan undan dystunum í dag, at Neistin er á odda við 15 stigum. Kyndil hevur 14 stig, og tær hava - eins og Neistin - spælt 10 dystir. VÍF og VB hava spælt 9 dystir, og tær hava ávíkavist 13 og 12 stig.
Í Havn kemur VB á vitjan, og tær kunnu leggja seg heilt nær oddinum, um tær kunnu fara úr høvuðsstaðnum við tveimum stigum.
Samstundis spæla VÍF og Kyndil í Vestmanna. Í Havn fór VÍF avstað við øllum stigunum, tá liðini hittust fyrr í ár, og so er spurningurin, hvussu leikur fer í dag.
Triði dysturin í dag er í Klaksvík, har Stjørnan tekur ímóti Søljuni.
Í Havn og í Vestmanna er fyrsta bríkslið klokkan 14.30. Í Klaksvík byrjar dysturin klokkan 15.00.