Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið

Fingu koyriforboð á staðnum fyri at koyra ov skjótt

Tá løgreglan í nátt gjørdi ferðmátingar á Glyvursvegi á Argjum, vóru tveir ungir menn, sum koyrdu so mikið skjótt, at teir fingu koyriforboð á staðnum.

Annar teirra varð máldur til at koyra 97 km um tíman eftir Glyvursvegi, har hámarksferðin er 50 km um tíman. Hin vaðr máldur at koyra 89 km um tíman á sama strekki. 

Vanliga gevur hetta treytaða frádøming av koyrikoyrtinum. Tá sleppur tú at koyra, men skalt til nýggja teori- og koyriroynd innan eina freist.

Men tá tú hevur havt koyrikortið í styttri enn trý ár, so er eingin freist. Tá fært tú koyriforboð alt fyri eitt. So mást tú taka bæði teori- og koyriroynd av nýggjum, áðrenn tú sleppur at koyra aftur. Aftur hesum fært tú eisini eina klekkiliga bót.

Í nátt var rok á Áarvegnum í Havn uttan fyri Kafe Kaspar. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at órógv var millum nøkur fólk har, og rúsdrekka var blandað uppí. Hetta málið verður viðgjørt og endar helst við bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan hevur eisini havt ein fullan mann sovandi í klivanum í nátt. Hann varð leyslatin tíðliga í morgun.