Tveir ungir menn tikið sæti á tingi

Terji Beder úr Javnaðarflokkinum og Grímur Sundstein úr Fólkaflokkinum tóku í dag sæti á tingi

Tveir ungir menn tóku í dag sæti á tingi. Terji Beder tók sæti fyri Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, og Grímur Sundstein tók sæti fyri Árna Skaale úr Fólkaflokkinum.

Henrik Old hevur í skrivi í dag søkt farloyvi úr Løgtinginum, og hann boðar frá, tá hann tekur sæti aftur.

Terji Beder var nummar 14 á lista Javnaðarfloksins við 145 atkvøðum, hevur í tí sambandi tikið sætið á tingi.

Í skrivi 7. oktobur 2025, hevur Árni Skaale løgtingsmaður, biðið um farloyvi sambært § 63 í Tingskipanini, og um at næsta fólk á lista Fólkaflokksins tekur sæti á tingi.

Grímur Sundstein gjørdist nummar 7 hjá Fólkaflokkinum á seinasta vali við 145 atkvøðum.

Farloyvi hjá Árna Skaale er galdandi frá 21. oktobur til og við 15. novembur 2025