Tvey eiðisfólk í praktik í Tórshavn

Fyrst fór eg niðan í Rás2, har eg skuldi tosa við ein praktikant, og síðan gekk leiðin niðan í Reyni-Service, har eg skuldi tosa við ein annan praktikant.

Navn: Doris Joensen
Búðstaður: Eiði

Hvar ert tú í praktik?
- Eg eri í praktik í Rás2,

Hví valdi tú at fara í praktik í Rás2?
- Eg valdi at fara í Rás2 av tí, at eg helt, at tað fór at verða áhugavert at prøva okkurt, sum man ikki ger til dagligt.

Greið okkum eitt sindur frá tí arbeiðinum, sum tú fast við á Rás2?
- Eg siti við ein disk og taki telefonina, tá ið lurtarar rungja inn og senda heilsan og ynskja eitt lag. Síðan gongur leiðin inn í studio, har eg havi útvarpsendingina ynskiløtan millum kl.13 til kl.15. Eg geri eisini lýsingar, eg havi gjørt tríggjar higartil, og tað er ikki bara sum at siga tað at gera lýsingar.

Hvussu eru fólkini í Rás2 at arbeiða saman við?
- Tey eru fitt at arbeiða saman við, tey eru ikki so alvorlig, sum eg hevði vænta at tey fóru at vera.

Hevði tú eisini valt Rás2, hevði tað veri úti á bygd?
- Tað dugi eg ikki ordiliga at svara uppá, men tað rokni eg ikki við, av tí at tað hevði nokk ikki veri líka stuttligt, sum her í Havnini, tí her kenni eg meira fólk, enn eg geri úti á bygd.

Ætlar tú tær at vera journalist, tá í tú ert ligu í skúlanum?
- Nei, tað er ikki planurin, eg havi planir um at vera kostmotologur, men mær hevði sikkurt dámt at verið journalistur.

Hví valdi tú so ikki at fara í praktik hjá einum kostmotologi?
- Tí tað er nakað, sum eg ætli mær at prøva, tá ið eg fari at læra til tað. Tað er heldur ikki so nógv at gera, sum kostmotologur í Føroyum.

Hvat eru høvuðsevnini í Rás2?
- Tað er undirhald, andaligt, ungdómur og so eisini tónelikasendingin fyri øll.

Navn: Pól Andrias Larsen
Búðstaður: Eiði

Hvar ert tú í Praktik?
- Eg eri í praktik hjá Reyni-Service.

Hví valdi tú at fara í praktik í Reyni-service?
- Tí at er eri áhugaður í bilum, og tí at tað er sera spennandi at arbeuða við bilum.

Greið okkum eitt sindur frá arbeiðinum, sum tú fast við á Reyni-Service.
- Tað eru mest bilar, sum koma til eftirlit, har vit skifta oljufiltur og skifta olju á motorinum. Eg skifti eisini startara, vit skifta eisini nógv dekk, og eg plagi eisini at spenna bremsuskivurnar.

Hevði tú eisini valt Reyni-Service, hevði tað verð úti á bygd?
- Nei, tað hevði eg nokk ikki, av tí at so høvdu tað ikki verið so nógvir bilar at arbeitt uppá.

Ætlar tú tær at verða bilmekanikari, tá ið tú verður vaksin?
- Kanska ikki orduliga sikkurt, eg havi hugsað um tað, men kanska eg fari at læra til okkurt innan fyri telduheimin.

Hví valdi tú so ikki at fara í praktik í einum telduhandli?
- Tí at tað er so ringt at sleppa inn, eg søkti um at sleppa inn hjá Teldutænastuni, men har var eingin kjansur, tí at onkur annnar var sloppin inn har, og nú havi eg funnið út av, at mær faktist dámar betur at manerera við bilar enn at manrera við teldur.