Suðurrás skrivar, at hvørki á Varðanum Pelagic og Bakkafrosti í Vági er nakað virksemi í løtuni. Har hevur verið nakað av virksemi í vetur, men síðani Varðin Pelagic tók móti seinastu lastini miðskeiðis í februar, hevur einki virksemi verið á virkinum. Sambært Suðurrás kemur næsta lastin til Varðan Pelagic í apríl.
Á Bakkafrosti í Vági kruvdu og pakkaðu tey seinastu tonsini úr Froðba í farnu viku. Suðurrás skrivar, at har verður einki virksemi aftur fyrr enn í mai ella juni í ár.
Tað starvast eini 150 fólk hjá Varðanum Pelagic og eini 40 hjá Bakkafrost í Vági, skrivar Suðurrás.