Tvey føroyingalið løgdu fyri við sigri

Bæði KA og ÍBV vunnu sigrar á útivølli ígjár

Besta íslendska hondbóltsdeildini, Ólísdeildin fór í gongd ígjár.

 

Tvey føroyingalið vóru í leiki ígjár, bæði leiktu á útivølli. 

 

Dánjal Ragnarsson skoraði eitt mál, tað fyrsta hjá honum í íslendsku landskappingini, tá lið hansara, ÍBV vann 30-27 á útivølli móti Víkingi Reykjavík. Í steðginum var Víkingur annars á odda 12-10, men eitt sterkt avrik hjá eyjamonnum í seinna hálvleikum bar teimum sigurin heim.

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell var eyðsýndur við einum bjargingarprosenti uppá 39 prosent, tá KA á útivølli vann 28-25 á HK í Kópavogi. Í steðginum var KA á odda 16-13. Allan Norðberg og Pætur Mikkjalsson skutu hvør sítt mál fyri KA. Talan var um fyrsta landskappingarmáli hjá Pæturi í Íslandi.

 

Í morgin spælir triðja føroyingaliðið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, Fram á útivølli móti Haukum.