Tvey fólk deyð og tvey í lívsvanda

Løgreglan veit ikki hví álopsmaðurin leyp á skúlan.

 

Svenska tjóðin er skelkað, aftaná at ein maður í morgun gekk inn í ein skúla í svenska býnum Trollhättan og byrjaði at stinga fólk við tí, ið fyrst varð mett at vera eitt svørð.


Seinastu upplýsingarnir frá løgregluni eru, at tveir persónar er deyðir í álopinum, meðan tvey fólk eru í lívsvanda. Tey deyðu eru ein lærari á skúlanum og ein 11 ára gamal næmingur. Tey bæði, ið eru í lívsvanda, eru álopsmaðurin og ein lærari. Ein 15 ára gamal drongur varð eisini stungin í álopinum, men hann er uttanfyri lívsvanda.


Tíðindafólk hjá svenska blaðnum Aftonbladet, ið eru á staðnum, siga at ruðuleiki valdar uttanfyri skúlan, har hundraðtals av óttafullum foreldrum, næmingum og vinum standa og bíða eftir tíðindum um teirra kæru.


Nógvir næmingar stongdu seg inni í skúlastovum og skápum tá álopsmaðurin byrjaði at stinga fólk, so løgreglan vil tryggja sær, at fólk verða skrásett, áðrenn tey sleppa av økinum.


Løgreglan veit enn ikki hvat motivi var hjá álopsmanninum, men um 10 tíðina fekk løgreglan eina fráboðan um, at okkurt var áfatt í skúlanum. Tá løgreglan kom á staðið, var lærarin longu deyður.


- Hetta er sera syrgiligt. Álopsmaðurin brúkti fleiri knívlíknandi vápn. Hann var inni í fleiri hølum í skúlanum, í kafeteriuni og í skúlastovum, segði ein talsmaður fyri løgregluna, Thomas Fuxborg, á tíðindafundi fyrr í dag.