Tvey fólk í Rumenia fingu løstir av russiskari dronu

- Vit stuðla Rumenia av fullum huga og fordøma vandamikla russiska áganginum, sigur norski uttanríkisráðharrin

- Eg eri órógvaður av tíðindunum um, at ein drona í nátt datt niður yvir fólkað økið í Rumenia.

 

Hetta skrivar norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, á X, fyrrverandi Twitter.

 

Í útsøgnini heldur hann, at russisku atgerðirnar  eru fyrilitarleysar. 

- Vit stuðla Rumenia av fullum huga og fordøma vandamikla russiska áganginum, sigur uttanríkisráðharrin.

 

Hann leggur aftrat, at Noreg stuðlar øktari verju av eystara parti av Nato-økinum.

 

Tvey fólk fingu smærri løstir, tá ein russisk drona í nátt datt niður á takið á einum íbúðarbygningi í rumenska býnum, Galati.

 

- Ein røð av evropeiskum londum hava funnist at Russlandi fyri ágangin, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.