Tvey fólk lótu lív í russiskum álopi á Kherson

Tveir menn, ávikavist 56 og 43 ára gamlir, doyðu, tá russar skutu rakettir eftir einum bilhúsi í Kherson.

Myndin hevur ikki samband við russiska álopið í Kherson, sum kostaði tveimum fólkum lívið.

Tíðindastovan NTB veit í morgun at siga, at tvey fólk hava latið lív í einum russiskum álopi á býin, Kherson, har suðuri í Ukraina.

 

Tað upplýsir guvernørurin í regiónini, Oleksandr Prokudin, á Telegram. Sagt verður, at lopið varð á ein bygning í Kherson, sum hýsir bussum.

 

- Ein  55 ára gamal maður læt lív í álopinum, og seinni doyði eisini ein 43 ára gamal maður á sjúkrahúsi av løstum, hann fekk í álopinum, sigur hann.

 

Upplýsingarnir eru ikki váttaðir av óheftum keldum, men guvernørurin hevur lagt út myndir av staðnum, sum skal vera rakt í álopinum.

 

Sambært NTB lýsir Oleksandr Prokudin russiska álopið sum eina yvirgangsatsókn.

 

 

 

 

 

Myndin hevur ikki samband við russiska álopið í Kherson, sum kostaði tveimum fólkum lívið.