Í gjárkvøldið og í nátt noyddist løgreglan at taka tvey fólk inn á støðina at sova rúsin av sær.
Talan var um tvær ymiskar hendingar.
Um 18-tíðina í gjárkvøldið var tað ein maður, sum var til ampa í Jóanesar Paturssonargøtu í Havn.
- Hann var ógvuliga fullur, rópti og vøsaði og var til ampa fyri ferðsluna í "kaggabrekkuni".
Vaktleiðarin sigur, at maðurn varð tikin inn á støðina at sova rúsin av sær.
- Hann verður skuldsettur fyri brot á tilhaldsreglurnar og fær eina bót.
Nakað eftir midnátt í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um eina kvinnu, sum svav út í Havn.
Kvinnan var ógvuliga drukkin og varð tikin inn á støðina at sova rúsin av sær.
- Hon sleppur útaftur, tá hon vaknar og er meira edrú, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.