Tvey hava knívin á barkanum

Champions League: Nógv røkist fyri, at Arsenal og Napoli í kvøld mugu siga farvæl við Champions League kappingina

Í kvøld verða tær fyrstu av teimum seinnu uppgerðunum av áttandapartsfinalunum í Champions League kappingini leiktar.

 

Talan er sum kunnugt um átta dystir, har fleiri av feløgunum longu nú meira ella minni hava tryggja sær pláss í fjórðingsfinalunum.

 

Og í teimum báðum dystunum sum verða leiktir í kvøld, er talan um dystir, sum tykjast meira ella minni avgjørdir.

 

Á Emirates leikvøllinum í London, tekur Arsenal ímóti týsku meistarunum úr Bayern Munchen, ið sum kunnugt vunnu 5-1 í fyrru uppgerðini. Tað skal tí eitt størri undur til, um Arsenal skal hava nakran sum helst møguleika fyri at vinna seg víðari í kappingini í kvøld.

 

Hin uppgerðin er eitt lítið sindur meira spennandi enn tann í London, hóast at verandi Champions League meistararnir úr Real Madrid eru stórfavorittar fyri víðari luttøku. Teir skulu til Italia at spæla útidyst ímóti Napoli, har Real Madrid hevur eina 3-1 leiðslu við sær frá heimadystinum.

 

Báðar uppgerðirnar í kvøld byrja klokkan 19:45, og verða vístar á Televarpinum.

 

 

Dystirnir í kvøld:

Arsenal – Bayern Munchen (Vístur á Tv3Sport1)

Napoli – Real Madrid (Vístur á Tv3+)