Viðurkenning
Tað er um at vera fastur siður, at ÍSF á hvørjum ári heiðrar onkrum persónum, sum onkursvegna hava útint eitt megnararbeiði innan føroyskan ítrótt.
Árið í ár var einki undantak í so máta, og mikukvøldið var so lítil samkoma í ÍSF-húsinum, har tvey heiðursskjøl vórðu latin.
Hesa ferð vóru tað teir báðir, Børge B. Hansen og Kaj Aage Troest, sum fingu viðurkenningina, og einki er at ivast í, at teir báðir hava verið drúgvir innan ítróttina.
Drúgvur nevndarlimur
Børge fekk sítt heiðursskjal fyri drúgva nevndararbeiði sítt í FSF, har hann seinastu 25 árini hevur verið fastur fúsur. Í løtuni er hann næstformaður í nevndini, men harumframt hevur hann í drúgt áramál verið formaður í fíggjarnevndini, umframt at hann eisini hevur verið formaður fyri kappingarnevndini okkurt árið.
Hesi árini hava nógv, stór og tung frambrot verið gjørd føroyskum fótbólti at frama, og í grundgevingini fyri handanina varð millum annað nevnt graslíkisvøllir, FIFA-limaskapin og ikki minst støðuga landsliðsarbeiðið, sum FSF hevur staðið fyri.
Eigur fimleikin í Runavík
Kaj Aage Troest fekk sína virðisløn fyri drúgva virksemi sítt innan fimleikin.
Nú skal omanfyristandandi ikki skiljast so, at eingin fimleikur hevði verið í Runavík uttan Kaj Aaga, men í øllum førum hevur hann verið ein hollur stuðul har á leiðini.
Eftir at hann blaðungur hevði vunnið fleiri einstaklingakappingar hjá Havnar Fimleikafelag flutti hann í seksti-árunum til Runavíkar, og har var hann skjótt við til at stovna fimleikafelagið Støkk. Felagið hevur verið virkið síðani, og í fleiri enn 20 ár var tað við Kaj Aage sum leiðara. Í dag er hann kanska ikki heilt so sjónligur í nevndararbeiðinum, men hann er mangan við, tá tøk skulu takast. Ikki bara fyri Støkk, men eisini fyri føroyskan fimleik sum heild.