Í gjár og í nátt hava fleiri tiltøk verið kring landið og tessvegna hevur eisini nógv fólk verið í býnum, sigur løgreglan.
Men tey siga, at sum heild hevur tað verið øgiliga friðarligt.
Tvær ferðir hava fólk ringt til løgregluna at boða frá herverki á bilar. Tann fyrra fráboðanin var av Tvøroyri, har ein rútur varð brotin í einum bili. Løgreglan veit, hvør tann gerningsmaðurin er og hann varð funnin.
Tann seinna fráboðanin var úr Klaksvík, har fólk vaknaðu av einun smelli og eisini í tí førinum varð ein bilrútur brotin. Men tann gerningsmannin hevur løgreglan ikki fingið fatur á enn.
Í Klaksvík var eisini harðskapur á einum skeinkistaði í gjárkvøldið, har ein maður varð niðursligin. Har vóru fleiri vitni, so tann gerningsmaðurin er eisini tikin og skuldsettur fyri harðskap. Maðurin, sum varð sligin fór til læknakanningar fyri at staðfesta, hvørjar skaðar hann hevði fingið.
Løgreglan sigur, at tá ið nógv fólk er í býnum, leggja tey dent á at vera nógv í býnum, bæði í bili og til gongu og tey halda, at tað hevur eina sissandi ávirkan á fólk.